Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

585 lesandi hittast til gleði og gleim

John William Joensen

Badmintonhøllin verður karmur um størsta jólaborðhaldið nakrantíð, tá 585 lesandi hittast til gleði og gleim leygardagin 16. november.

Badmintonhøllin verður karmur um størsta jólaborðhaldið nakrantíð, tá 585 lesandi hittast til gleði og gleim leygardagin 16. november.

Tað er Ó saman við næmingaráðunum í Hoydølum, Handilsskúlanum í Tórshavn, studenta- og handilsskúlanum á Kambsdali og tekniska skúla í Klaksvík, ið skipa fyri stóra tiltakinum. Jólaborðhaldið er ein liður í spennandi samstarvinum, sum Ó hevur við Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu um at skapa eitt dynamiskt lestrarumhvørvi.


Hóast øll næmigaráðini ikki eru umboðað, er jólaborðhaldið fyri øll, ið eru undir útbúgving í Føroyum. Alt frá Vinnuháskúlanum og tekniska skúla í Klaksvík til miðnámsskúlan í Hovi og Fróðskaparsetur Føroya.

Vit vóru eitt sindur bangin at byrja við, tí vit vistu ikki, hvussu tey lesandi fóru at taka ímóti tiltakinum, men vit mugu siga, at undirtøkan hevur verið óvanliga góð, sigur Borgný Súsannudóttir, forkvinna í næmingaráðnum í Hoydølum.

Vit seldu omanfyri 350 atgongumerkir fyrstu vikuna, men so kom ein lítil steðgur í, áðrenn lesandi keyptu aftur. Vit hava ikki eksaktu tølini, tí vit síggja ikki, hvar næmingarnir koma frá, men vit hava fingið at vita frá ymisku næmingaráðunum, at undirtøkan er ikki bara stór í Havn, men eisini uttan fyri Havnina. Tað er heilt fantastiskt, sigur Kiran Jóanesarson frá næmingaráðnum í Handilsskúlanum í Havn.

Jólaborðhaldið byrjar leygardagin 16. november kl.19.00.