Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

6 dagar áðrenn tíðindafundin í Heilsumálaráðnum varð tilmælið broytt

John William Joensen

Skjalainnlit, sum Norðlýsið hevur fingið frá Heilsumálaráðnum, vísir at tilmælið um eina Sjúkrahúsleiðslu varð skrivað inn í Menningarætlanina fyri sjúkrahúsverki, eftir umbøn úr Heilsu- og Innlendismálaráðnum. Formaðurin, Sveinn Magnússon, varð kunnaður um hetta í telduposti frá leiðsluni í Innlendismálaráðnum, einans 6 dagar áðrenn tíðindafundin, tá tilmælið skuldi handast Landsstýriskvinnuni.

Nógv av samskiftinum, m.a. hvør hevur undirskrivað boðini, er útstrikað.

Tá Sveinn Magnússon fær boðini úr Heilsumálaráðnum, fegnast hann stórliga og rósar ráðnum fyri at vísa “politiskt” dirvið, tí hann persónliga alla tíðina hevur hildið at ein leiðsla er tað einasta rætta.

Sí teldupost her