Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

6. umfar: Metingar um dystirnar

Jákup Ósá

Leygardagin og sunnudagin vera dystirnir í 6. umfarinum í Effodeildini leiktir.

Niðanfyri metir Jákup Ósá, ítróttarskrivari á Norðlýsinum, um dystirnar í 6. umfarinum í Effodeildini.


EB/Streymur-Víkingur 
EB/Streymur heldur sína siðvenju bæði í steypakappingini og á heimavølli móti KÍ. Tað sum eftir mínum tykki var mest sannførandi hjá EB/Streymi báðar dystirnar á páskum var tann góði hugburðurin á liðnum. Verjuspælið sá ikki so gott út í Gundadali, men leikararnir arbeiða hart saman og móti KÍ trýsta teir KÍ á øllum plássum nærum allan dystin. Á heimavølli hevur EB/Streymur enn ongan dyst tapt í ár. Víkingur hevur ongan dyst tapt í ár og seinastu árini hevur Víkingur havt takið á EB/Streymi. Eisini við Margáir. Finnur Justinussen er glóðheitur í løtuni og hann kann blíva munurin og tískil tippi eg, at EB/Streymur fær sítt fyrsta tap á heimavølli. Tipping: 2 (1-3)

FC Suðuroy-AB 
Her møtast tvey lið, sum ikki orduliga hava fingið gongd á í ár. FC Suðuroy vísir seg at vera vánaligari enn hildið frammanundan, og AB spælir bara javnleikir. Jón Krosslá Poulsen fekk aftur reytt kort seinast og tað tykist vera trupult at fáa liðið fullmannað hjá uppflytarunum. AB hevur ofta havt tað trupult á útivølli móti kappingarneytum í niðaru hálvu á stigatalvuni, og tí eri eg í stórum iva um, hvat útfall eg skal seta her. FC Suðuroy hevur tapt allar dystirnar og AB hevur spælt javnleik allar dystirnar, men annað av hesum verður við vissu brotið hesaferð. Eg trúgvi meir uppá AB og prøvi 2-talið. Tipping: 2 (1-2)

B36-TB 
Tað koyrir sum eftir ánni hjá B36 fyri tíðina, meðan TB er eitt sindur steðgað upp nú liðið hevur tapt tveir dystir á rað. Liðini hava júst spælt í steypakappingini, og B36 hevur sálarliga yvirtakið. TB hevur ongantíð vunnið í Gundadali seinnu árini, men onkur javnleikur er komin til høldar. Her síggi eg B36 sum favoritt, og liðið fær sín 4. sigur á rað. Tipping: 1 (3-1)

NSÍ-HB
Sera spennandi og áhugaverd uppgerð við Løkin. Oddaliðið á heimavølli móti einum av FM favorittunum. NSÍ og Klæmint A. Olsen hava fingið eina ynskisbyrjan uppá kappingina, meðan HB byrjanin er góðkend. Í fjør vann NSÍ ongan dyst móti topp 3 liðunum og eg síggi HB sum eitt topp 3 lið í ár. NSÍ má leggja alla orku í álopsspælið og royna at skora 3-4 mál, tí eg vænti, at HB skorar fleiri mál eins og vit sóu B36 gera móti NSÍ. Dysturin kann blíva málríkur, men HB liðið hevur færri veikleikar, og tí helli eg meira til útisigurin enn ein javnleik. Tipping: 2 (2-3)

ÍF-KÍ 
Her møtast tvey lið, sum hungra eftir einum sigri. Støðan líkist nógv hjá liðunum uppá nógvar mátar, har liðini hava nýggjar venjarar, sum eru leitandi eftir røttu uppstillingini og har ein stór útskifting av bæði fólki og spælistíli m.a. hevur gjørt tað trupult at fingið fulla úrtøku fyrstu umførini. Og samstundis hava bæði liðini eftir hendan dystin spælt 4 av 6 dystum á útivølli, sum ikki hjálpir heldur. Eg havi ikki sæð ÍF enn, men á pappírinum hevur liðið nokk av profilum frameftir vøllinum og móti B71 riggaði álopsspælið. Eg havi trupult við at seta ein vinnara á dystin, tí støðan hjá báðum liðunum er so lík, og eg haldi bæði liðini kunnu vinna dystin á einum góðum degi, meðan KÍ við vissu tapir, um avrikið og skapandi spælið ikki verður munandi betri enn við Margáir seinasta dyst. Eg velji tó javnleikin framum ein heimasigur. Tipping: X (1-1)

Harleywoodpaint