Tjóðveldisflokkurin kvøldsetu í Havn í samband við 60ára stovningardagin.
Tjóðveldisflokkurin – Tjóðveldi, hevði stovningardagrar 22. og 23. mai 1948. Hóskvøldið 22 mai 2008, kl. 19.30 verður kvøldseta í samband við 60 ár eru farin síðan flokkurin bleiv settur á stovn. Á skránni er tónleikur, røður og skemt.
Læraraskúlahøllin verður karmur um kvøldsetuna. Røðarar vera Jógvan Durhuus, Høgni Hoydal, Turið Sigurðardóttir og Rógvi Nybo.
Hans Andreas Sølvará ferð at røða um stovnanina, týdningin og ávirkan í samband við at Tjóðveldisflokkurin hevur verið á politiska pallinum hesi árini.
Rani Nolsøe og Steintór Rasmussen fara at standa fyri tónleikinum, umframt at Tróndur Enni ferð at framføra.
Sjúrður Skaale ferð at skemta eitt sindur og seta tað heila eitt sindur á skák.




