Tá freistin var úti at tekna seg til tónleikakappingina Stella Polaris, høvdu 60 ungfólk úr øllum landinum teknað seg til kappingina.
Tá freistin var úti at tekna seg til tónleikakappingina Stella Polaris, høvdu 60 ungfólk úr øllum landinum teknað seg til kappingina.
Stella Polaris er tónleikakapping fyri ungar føroyskar klassiskar tónleikarar, sum varð hildin á fyrsta sinni í 2014. Musikkskúlanevndin í Tórshavnar Musikkskúla er saman við Eik Banka stigtakari til kappingina.
Kappingin verður hildin í Norðurlandahúsinum í døgunum 2. – 4. februar, og hon er skipað í tríggjar bólkar:
13 ár og yngri.
14 til og við 18 ár.
19 til og við 24 ár.
Innleiðandi umførini í bólkunum verða hildin hósdagin 2. og fríggjadagin 3. februar. Leygarkvøldið 4. februar er finalan, har seks luttakarar úr bólkunum kappast um fyrstu, aðru og triðju virðisløn. Eftir ein stuttan steðg verður ein hátíðarløta, har virðislønir verða handaðar vinnarunum í øllum aldursbólkum.
Í mun til undanfarin ár er ætlanin at gera meira burturúr teimum yngru luttakarunum hesaferð. Tí eru virðislønirnar hækkaðar, umframt at eina triðja virðisløn er løgd afturat í báðum yngru bólkunum.
Eins og seinasta ár letur Konsertfelagið vinningar. Harumframt er ein heilt nýggjur vinningur komin afturat, har Atlantic Airways letur eitt gávukort á DKK 3.000,- til vinnaran í hvørjum bólki at brúka á rutunetinum.
Í dómsnevndini eru 5 limir: Ein útlendskur dómsnevndarformaður, eitt umboð fyri Føroya Symfoniorkestur, eitt umboð fyri áhoyrarar, eitt umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla og eitt umboð fyri tónleikagreinina í breiðari merking.
Eins og undanfarin ár, hevur tað eydnast Musikkskúlanevndini at fáa altjóða viðurkendar tónleikarar við í dómsnevndina.




