Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

60+ unglingar í Smæruni vilja hava fleiri á vitjan

Oliver Joensen

 Í kvøld vitjaðu vit 60+ menninar í Smæruni. Har var óført virksemi, beint tá vit vitjaðu, fingust menn við bobspæl og tað sást á øllum brøgdum, at her galt um at hava tunguna mitt í munninum, tí lítið var prátað ímeðan køin sendi kúnna eftir borðinum.

Regin, Eyðfinn og Poul greiddu frá, at teir kundu ynskt at fleiri 60+ menn møttu upp um kvøldarnar. Vit plaga at vera einir 10-14 mans, men pláss er fyri nógv fleiri, tí her eru fleiri spøl at taka til. Eitt nú dart, borðtennis, pool kortspøl og annað mangt.

Týskvøldini eru skipað sum hugnakvøld. Tá menn møta upp klokkan 19, verður farið undir ítrivini. Onkur fer at gera kaffi og um klokkan átta, hava menn eitt “lugarprát” við kaffiborði, síðani verður aftur spælt til klokkan er um 21 á kvøldi.

Vit skulu heilsa og siga frá teimum, at teir hugna sær, men at teir vildu ynskt at fleiri gjørdu nýtslu av møguleikanum. Hóskvøldini eru ókeypis. Tó, teir hava eina skál á borðinum, har eitt oyrað kann leggjast í til kaffi og køkur.