7. september verður dagurin hjá teim eldru í Norðoyggjum. Tá skipa Eldraráðið í Klaksvík nevniliga fyri panelfundi um støðuna hjá +60 í Norðoyggjum.
7. september verður dagurin hjá teim eldru í Norðoyggjum. Tá skipa Eldraráðið í Klaksvík nevniliga fyri panelfundi um støðuna hjá +60 í Norðoyggjum.
Forkvinnan í Eldraráðnum í Klaksvík, Maria Olsen sigur, at Eldraráðið ætlar at vera meira sjónligt í samfelagnum frameftir og harvið varpa ljós á eldrapolitikkin í kommununi millum annað.
Tí hava vit hildið tað vera hóskiligt at byrja við einum slíkum kjakfundi, har eldri og eldrapolitikkurin eru í brennideplinum.
Á panelfundinum, sum verður fyriskipaður leygardagin 7. September kl. 16.00 í Smæruni, sita í panelinum Elsba Lützen fyri Nærverkið, Annika Vágsheyg , Norðoya Røktarheim, Alma Petersen, Landsfelag Pensionista, Jóannes Hansen, studentaskulalærari, hugleiðir um at vaksa upp í Klaksvík.
Dagurin verður skipaður sum hugnaløta við kaffi, te og onkrum afturvið og Alex Sólstein spælir undir til felagssangin.
Eldraráðið er bindilið ímillum tey eldru í kommuni og kommununa og fer framyvir at hava ávirkan á førda eldrapolitikkin. Eldraráðið hevur sent fleiri uppskot til býráði, nøkur av uppskotunum eru frá ráðnum sjálvum, ímeðan onnur eru frá eldri fólki í samfelagnum.
Sum øll vita, so standa kommunurnar fyri at yvirtaka eldraøkið. Hesi uppskot frá Eldraráðnum fara saman við øðrum tilfari at liggja til grund fyri eldrapolitikkinum í kommununi.
Fyrr í ár útskrivaði Eldraráðið eina búmerkjakapping. Úrslitið av hesi kapping verður kunngjørt á fundinum.
Eldraráðið arbeiðir eisini við at stovna aktivitetsbólkar, at hjálpa heimabúgvandi eldri og eldri á bústovnum at menna likamligan førleika.
Skrá:
• Maria Olsen, forkvinna Eldraráðsins, bjóðar vælkomin og kunnar um Eldraráðið
• Elsba Lützen, Heimatænastan hjá Nærverki, greiðir frá um starv sítt
• Annika Vágsheyg, Norðoya Røktarheim (Niðristova), greiðir frá um starv sítt
• Alma Petersen, nevndarlimur í Lands- felag Pensionistanna, greiðir frá
• Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, hugleiðir um at vaksa upp í Klaksvík
• Avdúking av búmerki til Eldraráðið – virðislønir verða lætnar
• Felagssangur – Alex Sólstein hevur undirspæl
• Ókeypis ábit – smurt breyð, kakur, kaffi, te og vatn
• Spurningar og kjak – orðstýrari Solby A. Christiansdóttir
Hjartaliga vælkomin Eldraráðið í Klaksvík




