Fiskiskapurin eftir makreli hevur ikki verið eins góður í ár sum í fjør.
Tøl sum Norðlýsið hevur fingið frá Vørn vísa, at makrel fiskiskapurin er lakari í ár enn í fjør. Hetta kann eisini skyldast, at skipini byrjaðu fiskiskapin seinni í ár. Men taka vit t.d. august mánaða, so royndist hann ikki eins væl um í fjør. Í ár blivu tilsamans 42.098 tons fiskaði í august av makreli í mun til 53.338,4 tons í fjør.
Makrelur fram til 31. august:
2010: 56.753,3 tons
2011: 99.255,7 tons
2012: 61.168,3 tons
2013: 98232,1 tons
2014: 50.315 tons
Tilsamans vóru 62.257 tons av makreli fiskað í 2014 fram til sunnudagin 7. september
Norðhavssild fram til 31. august:
2010: 31004,2 tons
2011: 25966,7 tons
2012: 10737,1 tons
2013: 50903,5 tons
2014: 2215,4 tons
Tilsamans vóru 2215,4 tons av norðhavssild fiskað í 2014 fram til sunnudagin 7. september




