Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

63.000 tons á uppboðssølu beinan vegin

John William Joensen

Høgni Hoydal hevur vegna Landsstýrið gjørt lógaruppskot har 63.000 tons verða seld umvegis eina almenna uppboðsølu. Hóast landsstýrismaðurin skrivar í uppskotinum at hetta ongar avleiðingar fær fyri ymisku økini kring landið er longu greitt at uppboðsølan neyvan kemur at skapa fleiri arbeiðspláss í Norðoyggjum – men sannlíkt er at tað øvugta verður tilfeldi.

Høgni Hoydal hevur vegna Landsstýrið gjørt lógaruppskot har63.000 tons verða seld umvegis eina almenna uppboðsølu. Hóastlandsstýrismaðurin skrivar í uppskotinum at hetta ongar avleiðingar fær  fyri ymisku økini kring landið er longu greittat uppboðsølan neyvan kemur at skapa fleiri arbeiðspláss í Norðoyggjum – mensannlíkt er at tað øvugta verður tilfeldi.

 

Brot úr uppskotinum….. Viðmerkingar til Uppboðsøluna:

 

Við lógaruppskotinum fær landsstýrismaðurin heimild til í 2016at selja 15.000 tons av

makrelkvotuni, 5.000 tons av kvotuni av norðhavssild, 40.000tons av kvotuni av svartkjafti og

3.000 tons av kvotuni av botnfiski í Barentshavinum á uppboðssølu.

 

Við uppskotinum fáa allir eigarar av fiskiførum við veiðiloyvimøguleika at útvega sær rættindi at fiska hesar kvotur. Eisini eigarar av bátumí bólki 5 kunnu bjóða á uppboðssøluni. Tað er tó ein sannroynd, at hóast allir bólkarfáa møguleika at bjóða uppá kvotur, so eru fortreytirnar ymiskar fyri, hvussu bólkarnir kunnu gagnnýta uppsjóvarkvotur og botnfiskakvotur í Barentshavinum.

 

Føroyar hava kvotu av botnfiski í fiskiverndarøkinum við Svalbard. Annars eru botnfiskakvoturnar í Barentshavinum treytaðar av sínámillum fiskivinnuavtalum við Russland og Noreg. Í 2015 høvdu føroysk skip møguleika at fiska umleið 30.000 tons av botnfiski í Barentshavinum, ikki íroknað hjáveiðu í russiskum sjógvi. Føroysku kvoturnar í 2016 erutengdar at avtalunum millum Føroyar og Noreg og Føroyar og Russland, sum væntandi verða lidnar miðskeiðis í desember. Nærri verður ásett í kunnge, hvørji botnfiskasløg verða seld áuppbi og nøgdirnar av ávísu botnfiskasløgunum. Eisini verður ásett í kunngerð, um keyptu kvoturnar kunnu fiskast í russiskum sjógvi, í norskum sjógvi, í fiskiverndarøkinum viðSvalbard ella í altjóða sjógvi í Barentshavinum.

 

tturin at veiða kvoturnar verður seldur at fiska við ávísum fiskifari. Tað verður soleiðis ikki gjørligt at flyta rættin at veiða á annað fiskifar við at flyta veiðiloyvið. Skotið verður upp, at tær kvotur, sum verða keyptar á uppboðssølu, verða eginkvotur, men at hesar eginkvotur ikki kunnu avhendast øðrum at fiska. Tann, sum bjóðar uppá kvotur á uppboðssølu, má fiskakeyptu kvoturnar við egnum fiskifari, sum hevur veiðiloyvi, og bert við tí fiskifarinum, sum

kvoturnar eru keyptar til.

 

 

 

LÓGARUPPSKOTIÐ:

Uppskot til

 

Løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjaftiog botnfiski í Barentshavinum í 2016

 

Uppboðssøla

§ 1.Landsstýrismanninum verður heimilað í 2016, á uppboðssølu, at selja rættin at veiða:

1)   15.000 tonsavmakreli,

2)   5.000 tonsavnorðhavssild,

3)   40.000 tonsavsvartkjafti og

4)   3.000 tonsavbotnfiski í Barentshavinum.

Stk. 2. tturin at veiða kann seljast eigarum av fiskiførum undir føroyskum flaggi at fiska við ávísum fiskifari, sum hevur veiðiloyvi. tturin at veiða kann eisini seljast eigarum av bátum í bólki 5,sambært løgtingslóg um vinnuliganfiskiskap, at fiska við ávísa bátinum.Stk. 3. tturin at veiða kvotuna, keypt sambært stk. 1, hevur bert gildi í 2016. Keypta kvotan verður latin keypara í

fiskiloyvi til fiskifarið sambært