Nú KÍ er føroyarmeistari hava vit hugt í søgubøkurnar og funnið fram eitt 55 ára minni
Árið 1965 hilnaðist illa
Burtursæð frá einum 3-0 sigri á HB í landskappingini, einum 4-2 sigri á TB á Sevmýri og einum 6-0 sigri á B36 í einum venjingardysti umframt eitt tepurt tap ímóti Odense Boldklub í Gøtu, har KÍ var betra liðið og burdi vunnið, so hilnaðist kappingarárið 1965 illa, hóast KÍ bert var tvey stig frá meistaraheitinum, tá ið saman um kom. Úrslitini góvu kortini greiðar ábendingar um, at álopsketan var við at finna stevið.
Í 1965 lá Odense Boldklub frammarlaga í donsku 2. deildini og til dystin hevði KÍ lænt eykamálmannin hjá HB, Janus Isaksen. Janus hevði annars spælt á bæði dreingja- og miðaldeildarliðnum hjá KÍ, og ættaður hiðani.
KÍ legði tíðliga til brots
KÍ hevði gjøgnum veturin havt venjing í fimleikahøllini og longu tíðliga á vári, møguliga síðst í februar ella fyrst í mars mánaða 1966, byrjaði KÍ at venja uttandura, tí felagið skuldi sjálvt vera vertur hjá danska felagnum Roskilde KFUM, meðan felagið var boðið til Íslands at spæla um summarið. Sámal Júst Ziska Dahl, lærari, skuldi standa fyri venjingini. Tað hevði Sámal Júst eisini gjørt fyrr. Tingakrossur veit 30. januar 1964 at siga: “...straks aftan á nýggjár byrjaði KÍ innanduravenjing við fimleiki og bóltspæl undir leiðslu av Sámal Júst Dahl, lærara. Tíbetur undirtøkan er góð.” Sámal Júst var kortini ikki venjari á sama hátt, sum vit kenna hugtakið í dag.
Isaksen avloysti Isaksen
Karl Isaksen hevði verið fastur málverji á besta liðnum hjá KÍ síðani 1948 og fram til 1964. Í 1965 stóð Jógvan Klakkstein í mál í fyrri hálvu, men hann fór uttanlands og so noyddist útileikarin, Michael Olsen, at vera málmaður restina av kappingarárinum. Nú stóð aftur ein Isaksen í KÍ málinum, nevniliga Janus Isaksen. Hóast Janus ikki vardi KÍ málið líka leingi sum Karl, so vann hann greipuna við KÍ bæði í 1966 og 1967 umframt meistaraheitið í 1968 (málmaður í fyrri hálvu). Árini 1973-75 var hann aftur eykamálverji hjá HB, har hann vann greipuna árini 1973 og 1975.
Krútsterka verju
Hóast Luddi Jónsson, pápi Toda frá meistaraliðnum í 1991, gavst at spæla, so hevði KÍ eina krútsterka verjua. Magnus Kjelnæs spældi einstakar dystir á besta liðnum hjá KÍ longu í 1957 og hevði longu vunnið trý meistaraheiti við KÍ. Undir liðini á Magnusi spældi krútsterki gerðamaðurin Karl Gudmund Henriksen. Millum teir lá Ólavur Thomsen, sum var sera treystur, stinnur við høvdinum og fylti avbera væl í verjuni. Ólavur var við á meistaraliðnum í 1961. Sum høgri miðvallarleikari (hálvbakkur) spældi Eyolvur Joensen og hann var ein nýmótans verjuleikari, tí hann hevði góðan bóltførleika og dugdi sjáldsama væl at lesa spælið. Vinstrumegin á miðvøllinum spældi nýggi leikarin frá B36, Odmar Færø (abbi núverandi KÍ verjuleikaran við sama navni).
Havnarfeløgini viknaðu
Meðan KÍ kundi styrkja seg, so viknaðu havnarfeløgini. Teir báðir danirnir, Johannes Videsen og Egon Sørensen, vóru ikki við longur og móti sumri fór 20 ára gamli framherjin, Kári Helmsdal, til Skotlands at royna eydnuna sum fótbóltsleikari í Dundee. B36 hevði mist Tórstein Magnussen, sum fekk sær frí frá fótbólti í eitt ár, og honum mundi óivað saknur vera í.
TB fyrsta mótstøðulið
KÍ skuldi kortini møta øðrum suðuroyarliðnum TB í fyrsta umfari. Kappingin byrjaði 8. mai, sum var sannur góðveðursdagur. KÍ spældi á heimavølli ímóti TB – ein forkunnugur dystur, tí seinastu árini høvdu tvørámenn so mangan sent avboð til dystin í Klaksvík (tað hendi í 1954, 1960 og 1965).
KÍ var soleiðis mannað: Janus Isaksen – Karl Gudmund Henriksen, Eyolvur Joensen, Magnus Kjelnæs (lðsk) – Heðin Baldvinsson, John Gaard – Steinbjørn Jacobsen, Olvheðin Jacobsen – Jógvan Jacobsen, John Sigurd Joensen og Jóannes Jacobsen
Hvørki Ólavur Thomsen, Odmar Færø ella Páll Sigmund Sørensen vóru á liðnum, meðan miðvøllurin var mannaður við tveimum blaðungum leikarum, Heðini Baldvinsson og John Gaard, men kortini vinnur KÍ sera sannførandi 5-0, har Jógvan, Steinbjørn, John Sigurd, Olvheðin og Jóannes skora málini. Føroya besta álopsketa hevði longu víst sítt virði. Heðin, sonur Benna frá meistaraliðnum í 1942 og pápi Finn, sum vann meistaraheitið í 1991 og 1999, avloysti bróðirin, Sofus, sum valdi at umboða ÍF hetta árið.
Samstundis vann HB 9-0 á VB og nú var longu greitt, at kappingin allarhelst kom at vera millum KÍ, HB og B36.
Venjingin hjá Sámal Júst gav úrslit
Norðlýsið rósar avrikinum til skýggja: “Teir spældu fótbólt henda dagin – reguleran fínan fótbólt og úrslitið var har eftir 5-0 til KÍ.” Víðari sigur Norðlýsið: “Vit mega hava tað á orði, at vend tykist at vera komin í, síðan Sámal Júst Dahl, lærari, bleiv fastur venjari hjá liðnum. Hann hevur eisini broytt “systemið” – frá tí avoldaða 2-bakk- til tað mest nýtta 3-bakk-systemið; tað sæst onki meir til tær longu avleveringarnar ella tey høgu loftsparkini við ongari adressu – jú so skal tað vera – eisini vit mega fylgja við í fótbólti.” Báðir leikhættirnir tykjast kortini at hava verið nýttir, tí KÍ fer endaliga burtur frá 2-bakk-systeminum í 1968.
Vágs Bóltfelag við aftur
Í landskappingini var tað gleðiliga hent, at VB nú eftir fleiri ár at hava staðið seg væl bæði í dreingja- og miðaldeildini hevði meldað lið til í meistaradeildini, so feløgini nú gjørdist fimm og dystirnir sostatt øktust úr seks upp í átta.
Fyrsta hvítusunnudag, 30. mai, varð farið við “Poppy” suður til Vágs. KÍ-viðhaldsfólk høvdu góð minnir úr Vági og fegnaðust nú um, at VB aftur var í fremstu fótbóltsdeildini. Dysturin varð leiktur 2. hvítusunnudag kl. 14.30. KÍ vann 5-2. Tveir av føstu leikarunum á 1. liði, Karl Gudmund Henriksen og Jógvan Jacobsen, vóru ikki við vegna sjúku. Heldur ikki Páll Sigmund var við, hóast hann hevði spælt venjingardyst undan kappingarbyrjan. Í staðin leiktu Odmar Færø og hin blaðungi Anker Bjartalíð. Ólavur var nú við aftur, meðan John Gaard má lata plássið frá sær aftur.
KÍ vann 5-2 og liðuppstillingin sá soleiðis út: Janus Isaksen – Magnus Kjelnæs (lðsk), Eyolvur Joensen – Odmar Færø, Ólavur Thomsen, Heðin Baldvinsson – Olvheðin Jacobsen, Steinbjørn Jacobsen – Anker Bjartalíð, John Sigurd Joensen og Jóannes Jacobsen
Lykladystur ímóti HB
12. juni var sera avgerandi dystur leiktur í Klaksvík, tá ið HB kom at vitja. HB hevði vunnið sínar fyrstu tríggjar dystir við málmuninum 19-0 (9-0 ímóti VB, 2-0 ímóti B36 og 8-0 ímóti TB).
Heimaliðið leikti ein sera góðan fyrra hálvleik og legði seg á odda 2-0 við málum, sum Steinbjørn (við brotssparki) og John Sigurd skutu. HB kom aftur í aftur í seinna hálvleiki, og Karl Persson minkaði um munin, men sigurin var ikki hóttur.
“At spenningur av tí heilt nógva var millum liðini og áskoðararnar og allarhelst nakað væl millum áhoyrararnar undir hesum dysti dylst valla, men tá ið dystur var lokin, varð hann av klaksvíkingum avloystur við fagnaðarorðum og lógvabrestum. Við vøkrum vápnum og reinum og ofta góðum spæli vann KÍ dystin við 2-1.”
Dimmalætting: “(…) KÍ, hvat teknikki viðvíkir, eigur bestu álopsrekkju í føroyskum fótbólti í dag, teir duga virkuliga at spæla bólt og skapa sær kansir, men tá tað kemur til at avslutta, til at skjóta upp á mál, tá eru teir alt ov skeivraknir.” Sosialurin: “HB byrjaði við at leggja spælið um til 4-2-4, men hetta evnaðu teir ikki.”
Tap fyri B36 í Havn
KÍ leikti fjórða landskappingardystin í Havn ímóti B36 tann 26. juni:
“Fyrri hálvleikur endaði 1-0 til B36. Spell, at eitt slíkt mál skuldi kunna henda hjá so frægum verjuspælarum, sum KÍ átti, men so var: menn misskiltu hvønnannan, og gløggur og kvikur B36-maður stakk seg upp ímillum, og spakuliga beindi hann bóltin í málið”.
Baldvin Baldvinsson, sonur KÍ meistaran í 1945, Sigmund Baldvinsson, skeyt einasta málið í dystinum, og B36 verjan stóð seg sera væl. Seinni bjóðaði KÍ Baldvini við til Íslands saman við Hugin Samuelsen, men Baldvin var so óheppin at bróta beinið á túrinum.
Við hesum dysti var fyrra kappingarhálva lokin, og B36, HB og KÍ stóðu øll jøvn á seks stigum. Merkisvert var tað, at HB, sum hevði vunnið heimadystin ímóti TB 8-0 tann 5. juni, fjúrtan dagar seinni tapti 0-2 fyri TB á Sevmýri. HB hevði tó leikt 1 dyst meir enn hini bæði liðini.
Páll Sigmund miðframherji
Síðani málkongurin, Zakaris á Reyðhúsi (Lydersen), gavst at spæla í 1959, hevði KÍ saknað ein álopsspíss, hóast KÍ vann meistaraheitið í 1961. Tað var ikki tí, at KÍ ikki dugdi at skora mál. Í 4 landskappingardystum higartil hevði KÍ skorað 12 mál. Páll Sigmund Sørensen, sum bæði í 1962 og 1963 gjørdist føroyameistari við dreingjaliðnum og miðaldeildini umframt, at hann spældi á besta liðnum á Jóansøku í 1963 – sum málmaður! – tók veruliga av sum álopsoddi á liðnum. Í fýra av teimum seinastu landskappingardystunum skoraði hann ikki færri enn níggju mál. Samanlagt skoraði hann 17 av 52 málum í øllum kappingum árið 1966.
Norðlýsið hevði longu í venjingardysti undan kappingarárinum víst á, at “Páll Sigmund má og skal spæla centur-forward: Hann er, saman við John Sigurd, tann einasti á holdinum, sum kann skjóta uppá mál, hann hevur eitt kanón hart skot, er robustur og kann geva álopsrekkjuni tað gjøgnumbrotskraft henni manglar.”
VB aftur í Klaksvík
VB kom til Klaksvíkar 10. Juli, og tá vóru mong ár liðin, síðan vágbingar høvdu verið í Klaksvík við besta liði sínum, men heimamenn vunnu so ruddiliga 6-1.
Í Klaksvík var av besta veðri henda dagin, men dysturin bleiv – serliga sum leið á seinna hálvleik – ov eintáttaður, so nógv ið KÍ var við yvirlutan. Steinbjørn og John Sigurd løgdu heimaliðið á odda 2-0. Hannemann Müller (papi Jan Allan Müller, sum vann meistaraheitið við KÍ í 1999) minkaði um munin fyri hálvleik, men í seinna hálvleiki tók KÍ dik á seg við fýra málum. Páll Sigmund skeyt tvey, Olvheðin og John Sigurd hvør sítt.
Liðuppstillingin sá soleiðis út: Janus Isaksen – Karl Gudmund Henriksen, Magnus Kjelnæs (lðsk) – Eyolvur Joensen, Ólavur Thomsen, Andrass Mikkelsen – Olvheðin Jacobsen, Steinbjørn Jacobsen – Páll Sigmund Sørensen, John Sigurd Joensen og Heðin Baldvinsson
Páll Sigmund spældi høgri vongur og Andrass Mikkelsen (sonur KÍ hetjuna frá fyrst í 1940-árunum, Sofus) hevði tikið við eftir Odmar Færø, sum helt áfram við lesnaði sínum. Andrass gjørdist í 1967 landsliðsleikari sum B36 leikari. Andrass gav KÍ liðnum kropsliga styrki.
Ræðumótstøðuliðið á Sevmýri
Sunnudagin eftir skuldi KÍ leika á Sevmýri, og altíð var ampi á klaksvíkingum, tá ið dystur skuldi leikast á Tvøroyri. 1. Juni 1928 hevði KÍ leikt sín fyrsta dyst á Tvøroyri. Tá vann TB 4-0. Tað gingu tretivu ár, til KÍ vann á Sevmýri. Hesin dystur varð leiktur 15. Juni 1958 og KÍ vann 4-0. Bestu úrslitini frammanundan høvdu verið javnleikur 1-1 í 1933, 2-2 í 1949 og 1-1 í 1954. Liðið fór suður leygardagin, men John Sigurd fór ikki fyrr enn tíðliga sunnumorgunin.
Liðuppstillingin: Janus Isaksen – Karl Gudmund Henriksen, Magnus Kjelnæs (lðsk) – Eyolvur Joensen, Ólavur Thomsen, Andrass Mikkelsen – Olvheðin Jacobsen, John Sigurd Joensen – Heðin Baldvinsson, Páll Sigmund Sørensen og Steinbjørn Jacobsen
Álopsketan varð sett saman av nýggjum. Heðin spældi høgri vongur, Steinbjørn vinstri vongur, Páll Sigmund miðframherji og John Sigurd varð fluttur longur aftur á vøllin sum spælskipari.
TB fekk mál í fyrra hálvleiki og var á odda 1-0 í steðginum, men í seinna hálvleiki broyttist myndin: KÍ javnaði og kom á odda 2-1 og 3-1, sum gjørdist endaliga úrslitið. Páll Sigmund gjørdist trímálsskjútti.
Sama dag vann HB grannadystin ímóti B36 3-2, men HB hevði, sum longu nevnt, tapt sín dyst á Sevmýri 19. juni 0-2, so dysturin millum KÍ og HB í Havn 7. august kundi gerast avgerandi – her kundi KÍ tryggja sær FM-heitið, hóast ein dystur var eftir at leika, heimadysturin ímóti B36. Nú var KÍ á odda. Teir høvdu 10 stig og tveir dystir eftir. B36 hevði 9 stig, men bara ein dyst eftir – útidystin móti KÍ. Teimum á baki var HB við 8 stigum og tveimum dystum eftir. Nú bíðaðu øll eftir ársins dysti: HB-KÍ í Gundadali 7. august.
“Finalan” ímóti HB í Havn
Finalan varð spæld í Gundadali ímóti trífaldu meistarunum, HB, sum hevði vunnið FM í 1963-65. Aftur vóru einstakar broytingar at hóma í álopsketuni hjá KÍ. Heðin fór á vinstra vong, Olvheðin á høgra vong og Steinbjørn legði seg undir liðina á John Sigurd longur afturi á vøllinum.
KÍ mannaði seg soleiðis til avgerandi dystin ímóti HB: Janus Isaksen – Karl Gudmund Henriksen, Magnus Kjelnæs (lðsk) – Eyolvur Joensen, Ólavur Thomsen, Andrass Mikkelsen – John Sigurd Joensen, Steinbjørn Jacobsen – Olvheðin Jacobsen, Páll Sigmund Sørensen og Heðin Baldvinsson
Gandakallurin í føroyskum fótbólti um hetta mundið, John Sigurd Joensen, (pápi Jan og Allan, sum vóru við at vinna føroyameistaraheitini í 1991 og 1999) legði KÍ á odda longu í triðja minutti, meðan HB-verjan brúkti dýr sekund at sannføra dómaran um, at KÍ-leikarin var rangstaddur, og fyri hálvleik økti Páll Sigmund um leiðsluna til 2-0.
Nakað inn í seinna hálvleik fekk HB mál, men Páll Sigmund bendi nakað eftir bóltin í HB-málið til støðuna 3-1, so nú hildu flest øll, at dysturin var avgjørdur.
Við sigrinum 4-2 hevði KÍ tryggjað sær FM-heitið í meistaradeildini hetta árið. Norðurferðin var sonn sigursferð, og nógv fólk tók ímóti føroyameistarunum norðuri á Stangarbrúnni:
“Og úr mannfjøldini ljóðaði tónleikurin. Klaksvíkar hornorkestur spældi. Ein sera hugnalig og hátíðarlig løta. Ein minniligur ítróttardagur og ein góð útferð var at enda komin.”
B36 í Klaksvík ein avgreiðsluspurningur
Miðskeiðis í august kom B36 norður at leika seinasta dystin í landskappingini. Teir mundu ikki vera væl mannaðir, tí KÍ vann so ruddiliga 7-0 og føroyameistararnir vístu seg sum veruligir meistarar. Olvheðin legði liðið á odda í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki skutu Páll Sigmund og Heðin hvør síni tvey mál, Steinbjørn og John Sigurd hvør sítt.
Soleiðis var KÍ mannað seinasta dystin: Janus Isaksen – Magnus Kjelnæs (lðsk), Karl Gudmund Henriksen – Eyolvur Joensen, Ólavur Thomsen, Andrass Mikkelsen – Olvheðin Jacobsen, Steinbjørn Jacobsen, John Sigurd Joensen, Páll Sigmund Sørensen og Heðin Baldvinsson
KÍ vann hetta kappingarárið við 14 stigum, HB fekk 10, B36 9, TB 6 og VB 1.
Hesir 16 vóru við til at vinna meistaraheitið í 1966: Janus Isaksen, Magnus Kjelnæs, Eyolvur Joensen, Karl Gudmund Henriksen, Ólavur Thomsen, Odmar Færø, Jógvan Jacobsen, Steinbjørn Jacobsen, John Sigurd Joensen, Jóannes Jacobsen, Olvheðin Jacobsen, Anker Bjartalíð, Heðin Baldvinsson, Andrass Mikkelsen, Páll Sigmund Sørensen og John Gaard
John Reid Bjartalíð fylti 50 ár tann 25. august 1966. Samstundis var hetta 10. Ferð, at KÍ gjørdist føroyameistari, síðani byrjað varð við landskappingum. Teir hava fyrr verið føroyameistarar í 1942, 45, 52, 53, 54, 56, 57, 58 og 61. HB føroyameistari trý ár á rað (1963-65).
KÍ vann eisini Ísafjarðarsúlukappingina
Hálvfinalan um Ísafjarðarsúluna varð leikt í Gøtu millum KÍ og TB, tí TB hevði verið á Hetlandsferð. Dysturin skuldi byrja kl. 18, men TB var ikki í Gøtu fyrr enn hálvan tíma seinni. Álopsketan hjá KÍ spenti seg út og tíggju minuttir fyri leiklok førdi KÍ 6-0. John Sigurd Joensen, Páll Sigmund Sørensen og Heðin Baldvinsson skoraðu hvør síni tvey mál í part. TB kærdi dystin, fekk viðhald, men møtti ikki til umdyst, tí allir vóru farnir í hoyna.
Finalan stóð so millum KÍ og HB, sum hevði vunnið 2-0 á B36. Fyrri hálvleikur endaði við javnleiki, men seinna hálvleik rendi KÍ HB um koll við kvikum spæli. Klassamunur var á liðunum og KÍ endaði við at vinna tryggan 4-2 sigur, har Olvheðin Jacobsen var stóra hetjan, tí hann skeyt trý av málunum. Jóannes Jacobsen skoraði eisini. KÍ vann Ísafjarðarsteypið á fyrsta sinni og sostatt greipuna.
Í finaluni leiktu: Janus Isaksen – Magnus Kjelnæs (lðsk), Karl Gudmund Henriksen – Eyolvur Joensen, Ólavur Thomsen, Andrass Mikkelsen – Jóannes Jacobsen, Steinbjørn Jacobsen, Páll Sigmund Sørensen, John Sigurd Joensen og Olvheðin Jacobsen. Eykamaður var Heðin Baldvinsson.
Keldur:
Árni Dahl: Bóltspøl millum Klakk & Kjøl – KÍ 1955-1974 2012
Árni Dahl: Úr Føroya Ítróttarsøgu, 1974
Suni Merkistein: Teir kundu væl listir og leikir – ein føroysk fótbóltssøga (1960-1979). Bind 2
www.faroesoccer.com
www.tidarrit.fo



