Síðan 2008 hevur HB fingið 12,7 milliónir, B36 8,0 milliónir, Víkingur 7,7 milliónir kr. og NSÍ 6,7 milliónir krónur frá UEFA. Eingin ivi er um at stættar munurin í millum limafeløgini í FSF er nógv øktur seinastu árini og tí er neyðugt hjá feløgunum at viðgera støðuna.
Síðan 2008 hevur HB fingið 12,7 milliónir, B36 8,0 milliónir, Víkingur 7,7 milliónir kr. og NSÍ 6,7 milliónir krónur frá UEFA. Eingin ivi er um at stættar munurin í millum limafeløgini í FSF er nógv øktur seinastu árini og tí er neyðugt hjá feløgunum at viðgera støðuna.
Tá ið meistararnir úr B36 fóru á vøllin í Fuglafirði móti ÍF í seinasta umfari í landskappingini, vóru seks leikarar í svart hvíta búnanum, sum høvdu sín uppruna í felagnum. Av 19 leikararnar hjá B36 sum hava spælt mest í ár eru einans 8 leikarar sum hava røtur í felagnum – 11 eru aðrastaðni frá. Samstundis hevur B36 í heyst fingið útgoldið 3,5 mió. kr. frá UEFA og fyri FM í ár hevur felagið longu tryggjað sær aðrar 3,5 mió.kr. næsta heyst.
Samstundis fór KÍ á vøllin í Djúpumýru har 8 av 11 leikarum høvdu sín uppruna í felagnum. Av 27 leikarum sum hava roynt seg í ár eru 21 leikarar uppruna leikarar og 6 eru úr øðrum feløgum.
KÍ má líta á egnar stuðlar tí heldur ikki í ár megnaði felagið at vinna seg uppá fjóðraplássið.
Síðan 2008 eru góðar 46 milliónir latnar føroyskum meistarum og steypavinnarum
45% eru lætnar HB og B36.
36% eru lætnar NSÍ, Víkingur og ÍF.
19% eru lætnar EB/STREYMI
Feløg úr Suðuroynni, Sandoynni, Vágum og Norðoyggjum hava seinastu 6 árini ikki fingið eina krónu av hesum stuðulsjáttanum, av tí at eingi lið úr hesum økjum hava megna at spælt seg fram í oddin.
UEFA pengar til føroysk feløg seinastu 6 árini:
HB ……… kr. 12.666.750,–
EB/STR….. kr. 9.037.500,-
B36……… kr. 8.007.000,-
Víkingur…. kr. 7.717.000,-
NSÍ ……… kr. 6.700.750,-
ÍF………… kr. 2.475.000,-
FM VINNARAR
2015 B36
2014 B36
2013 HB
2012 EB/STREYMUR
2011 B36
2010 HB
2009 HB
2008 EB/STREYMUR
2007 NSÍ
2006 HB
2005 B36
2004 HB
2003 HB
2002 HB
2001 B36




