Mánadagin 2. páskadag verður fult umfar í Effodeildini spælt.
Mánadagin 2. páskadag verður fult umfar í Effodeildini spælt.
B68-AB
Hóast B68 enn ongan sigur hevur fingið, so eru toftamenn helst betri nøgdir við byrjanina enn AB, sum hevur 4 stig. Tað verður helst á Svangaskarði, at B68 skal fáa síni stig í ár og serliga móti liðum sum AB, sum ikki væntast at koma at liggja í toppinum í ár. AB var lítið sannførandi í Klaksvík seinast, men umstøðurnar í AB eru truplar í løtuni við venjaraskiftið og nógvum skaðum. B68 – eisini við skerdum liði – á heimavølli kann fara avstað við øllum stigunum vegna vánaligu gongdina hjá AB í longri tíð. Tipping: 1
ÍF-B36
ÍF eru komnir í gongd og vunnu sannførandi á EB/Streymi seinast. Nú skulu fuglfirðingar prógva, at teir kunnu vera støðugir. B36 hevur fingið eina sera góðan byrjan í mun til vónirnar til teir áðrenn kappingina hjá m.a. Norðlýsinum. Síðsta ár vann B36 í Fuglafirði og nú er spurningurin, um teir endurtaka tað. Bæði liðini spæla við sjálvsálitið, men heimavøllurin ger, at vit tippa ÍF at vinna dystin. Tipping: 1
EB/Streymur-NSÍ
EB/Streymur hevur verið nakað óstøðugt, har serliga verjuparturin hesar seinastu dystirnar hevur latið nógvar møguleikar frá sær bæði móti KÍ og ÍF. Liðið liggur á 6. plássi, men stutt er uppeftir og tí skal hesin dysturin vinnast, tí EB/Streymur hevur hópin til oddastríðið í ár. NSÍ hevur seinastu dystirnar prógvað, at teir ikki trívast væl á útivølli móti sterkari mótstøðu. Sterka mótstøðu fáa teir aftur hesaferð og vit vænta 3. tapið á rað til runavíkingar. Tipping: 1
HB-Víkingur
Kanska mest áhugaverdi dysturin hetta umfarið er í Gundadali. Oddaliðið HB hevur lítið og einki trýst á sær hóast lítið sannførandi spæl, tí úrslitini hava veriðnøktandi, meðan tað hinvegin er stórt trýst á Víkingi, sum við tapi her heilt missir sambandið við toppin. Tí kann hetta blíva ein spennandi og hart spældur dystur, tí Víkingur hevur seinastu árini víst, at teir eru eitt av fáu liðunum sum ikki ræðist HB í Gundadali, har teir fleiri ferðir hava fingið góð úrslit. Stórsteypadysturin var seinasta dømið. Stigatalvan og formurin talar ikki fyri tí, men kenslan sigur, at nú kann HB fáa sítt fyrsta tap, meðan Víkingur endiliga fær okkurt at fegnast um, tí við sigri vera teir ”bert” 3 stig aftanfyri HB. Tipping: 2
KÍ-Skála
KÍ spældi sín besta dyst hetta kappingarárið seinast móti AB. Vit sóu nógv vælspæld KÍ álop og teir bláu tóktust meira beinleiðis í sínum spæli enn áður í einari 4-4-2 leikskipan, har Rodrigo Silva var við í nógvum av KÍ álopunum. Helst síggja vit líknandi skipan hendan dystin og tað fer at gera dystin opnan, um Skála torir at leypa á. Enn er eitt sindur óvist, hvussu Skála ætlar at ”takla” útidystir. Men KÍ er favorittur á heimavølli móti uppflytarunum og varðveita teir bláu taktirnar frá AB dystinum, so eigur ikki at vera ivi um, at KÍ vinnur seg 3 stig nærri oddinum og harvið einari fínari byrjan uppá kappingarárið. Tipping: 1




