Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

7 ár síðani KÍ vann Klaksvíkskappingina

Jákup Ósá

Tað eru 7 ár síðani, at KÍ vann Klaksvíkskappingina. Samstundis var 2006 besta kappingarárið hjá KÍ hesi árini.

Tað eru 7 ár síðani, at KÍ vann Klaksvíkskappingina.Samstundis var 2006 besta kappingarárið hjá KÍ hesi árini.

 

Ofta hevur verið sagt, at tað hevur verið ringt tekin hjáKÍ, um liðið hevur vunnið Klaksvíkskappingina. Men hyggja vit eftir hagtølunumfyri kappingina, so sæst at tað passar ikki heilt. Seinast KÍ vann kappinginavar í 2006. Sama ár hevði liðið sítt besta ár í fleiri ár, tá liðið endaði nr.4 og kom í finaluna í steypakappingini. Í 2010 luttóku ikki tey bestu liðini,men annars er tað bara í fjør, at vinnarin í Klaksvíkskappingini ikki hevurverið partur av oddastríðnum sama ár hesi seinastu 6 árini.

 

Í dag byrjar so Klaksvíkskappingin í frálíku líkindunum íKlaksvík og Norðlýsið verður á staðnum.

 

Vit hava funnið hagtølini fyri Klaksvíkskappingina aftur til2005. Vinnarar Klaksvíkskappingin:

2012: B36 (EB/Streymur nr. 2)

2011: EB/Streymur (HB nr. 2)

2010: B68 (ÍF nr. 2, men her luttóku ikki tey bestu liðinifrá árinum frammanundan skal sigast)

2009: HB

2008: EB/Streymur (KÍ nr. 2)

2007: HB (EB/Streymur nr. 2)

2006: KÍ (B36 nr. 2)

2005: KÍ (B36 nr. 2)

 

 

Myndin er frá hb.fo, tá HB vann Klaksvíkskappingina í 2007.

Harleywoodpaint