Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

7 av 10 venjarum eru nýggir

Jákup Ósá

Bara 3 feløg í Effodeildini 2016 hava sama venjara sum í 2015.

At útskiftingin er stór millum venjarar í bestu deildini í Føroyum er neyvan nakað nýtt. Tó er tað kanska ikki so vanligt, at heili 7 av 10 feløgum hava nýggjan venjara, tá eitt kappingarár byrjar. Í ár høvdu t.d. 4 feløg nýggjan venjara, tá kappingin byrjaði, meðan tað í 2014 vóru fimm feløg, ið høvdu nýggjan venjara.

Feløgini sum hava nýggjan venjara í 2016 eru:

NSÍ: Anders Gerber

Víkingur: Sámal Erik Hentze

HB: Jan C. Dam

ÍF: Jógvan Martin Olsen

TB: Robert F. Roelofsen

AB: Trygvi Mortensen

B68: Páll H. Guðlaugsson

Feløgini sum hava sama venjara eru:

B36: Eyðun Klakstein

KÍ: Mikkjal K. Thomassen

Skála: Pauli Poulsen

Harleyfacadeacryl