Her eru metingarnar um 7. umfarið.
Megnar KÍ at varðveita góðu gongdina móti einum formsterkum AB liði og verður tað sama søga hjá NSÍ móti B36 í ár? Tað er m.a. spurningarnir undan 7. umfarinum í Effodeildini.
Mikudagin og hósdagin verður 7. umfar í Effodeildini spælt. Seinasta umfar gjørdi, at støðan bleiv tættari í kappingini og serliga gott var umfarið fyri Víking og ÍF. Niðanfyri verður mett um dystirnar hesaferð.
Víkingur-TB
Víkingur er sera sterkt lið á heimavølli móti botnliðunum higartil í ár (4-1 móti Skála og 4-0 móti B68), meðan TB er í lítlari kreppu kann ein siga eftir stórtapið móti ÍF á heimavølli seinast. TB tapir altíð í Sarpugerði móti Víkingi, so spurningurin er nokk mest um, hvussu nógv Víkingur vinnur. Hans Pauli Samuelsen nærkast at blíva spældur inn á liðið, nú hann var dystaravgerandi og við í tveimum málum í avgerandi dystinum móti NSÍ. Við tryggum sigri hesaferð hevur Víkingur av álvara spælt seg inní FM stríðið, og tað er meira sjáldsamt so tíðliga í árinum. Tipping: 1 (3-0)
HB-B68
Sum skilst fekk B68 betri tamarhald á verjupartinum seinasta dyst, tá tað eydnaðist at fáa 0-0 javnleik móti Skála. Men álopsparturin og spælistílurin hjá Skála og HB er sum dagur og nátt, og tí kann B68 lættliga renna seg í líknandi ódnarveður sum liðið gjørdi móti B36, NSÍ og Víkingi. HB eigur at fáa lættari spæl enn móti AB, tí B68 megnar ikki eins og AB at spæla upp ímóti topp liðunum. Tipping: 1 (4-0)
ÍF-Skála
ÍF spældi seg innaftur í stríðið um 4. plássið við sannførandi sigrinum í Trongisvági móti TB. So skjótt sum fleiri leikarar vóru tøkir aftur til verjupartin, so bragdaði. Skála fær næstan aldrin mál í ár, og tá er trupult at fáa stig, og tí er 0-0 javnleikurin helst tað mesta, sum Skála kann vóna uppá hendan dystin. Adeshina Lawal er nú kanska komin í gongd í Fuglafirði, og tað kann hava avgerandi týdning, tí vit skulu ikki longur aftur enn til 2014 fyri at síggja, at hann var besti leikarin í Effodeildini. Tipping: 1 (2-0)
B36-NSÍ
Tað eru tekin um, at B36 ikki fær tað eins lætt við at vinna FM í ár sum í 2014 og 2015. Tríggir sigrar í seks umførum og mistu á stokkinum í Klaksvík eru tekin um hetta. Men enn er B36 væl við og móti NSÍ á heimavølli plagar at bragda, tí vit skulu aftur til 2013 fyri at finna seinast, tá NSÍ skoraði í Gundadali móti B36 og aftur til 2010 fyri at finna seinasta NSÍ sigurin. Klæmint A. Olsen og Árni Frederiksberg er tó ov væl fyri, til at B36 kann halda nullið hesaferð. B36 hevur somuleiðis Róald Jakobsen og Lukasz Cieslewicz í góðm formi og tí kunnu vit vænta fleiri mál í einum helst undirhaldandi dysti. Kanska sama søga í ár hjá NSÍ, har teir tapa hvønn dyst móti B36 og Víkingi? Tipping: 1 (3-2)
AB-KÍ
KÍ plagar næstan altíð at vinna á Argjum, men hesaferð verður tað neyvan lætt hjá klaksvíkingum. AB hevur veruliga víst styrki móti toppliðunum B36, Víkingi og HB seinastu vikurnar og sjálvsálitið á Argjum er helst stórt í løtuni. Tað er tað helst eisini í KÍ, sum við útjavnandi málinum móti B36 hekk í topp 4 liðunum og sum samstundis við 7 stigum av seinastu 9 møguligu er í einum góðum stima í løtuni. AB hevur spælt sínar báðar dystir á heimavølli javnt og spældi eisini javnt í Gundadli seinast, so ein javnleikur er ikki óhugsandi, men vit koppa dystin til KÍ vegna siðvenjuna hjá KÍ á Argjum og góðu gongdina seinastu umførini. Tipping: 2 (1-2)




