Í nýggja Ó-blaðnum, sum júst er komið á gøturnar, er ein grein við 23 ára gomlu Anniku Samuelsen. Í samband við greinina hevur Ó spurt omanfyri 1000 miðnámslesandi, hvat tey halda um kynsskifti. Kanningin varð gjørd 1. til 3. november 2017 umvegis SMS skipanina hjá Ó. 525 svaraðu
– Spurningurin er viðkvæmur. Eitt er, hvussu samfelagið verður bygt upp, men hetta er eisini ein átrúnaligur og heimspekiligur spurningur. Tí kundi tað hugsast, at miðnámslesandi mettu tað vera skeivt, men tað er nógv, ið bendir á, at miðnámslesandi ikki hava nakað í móti tí. Størstiparturin av teimum, ið svaraðu, heili 76%, søgdu, at tað máttu tey sjálvi um, meðan 15% mettu tað vera skeivt, sigur Hanus Samró, ábyrgdarblaðstjóri.
Sambært Lív Patursson, samfelagsfrøðingi við sergreini í kyni, kunnu tølini benda á, at okkurt er hent við kynsfatanini seinastu árini.
– Vit gerast meira tilvitað, og vónandi eisini meira rúmlig og opin, sigur Lív Patursson, samfelagsfrøðingur.



