Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

78 ára gamli Norðsøki aftur á snelluveiðu undir Íslandi

Oliver Joensen

Teir báðir, Heri Vang, skipari og Christian Olsen stýrimaður eru báðir spentir upp á túrin. Heri Vang sigur, at Teir kunnu fiska av eini kvotu undir Íslandi upp á 102 tons, harav loyvt er at fiska 40 tons av toski og 62 tons av upsa. Vit hava ætla okkum avstað fyrr, men orsakað av yvirskipaðum reglugerðum ber ikki til hjá okkum at loysa fyrr enn eftir miðnátt í kvøld, so tað gera vit.

Á túrinum vera vit 5 mans. Vit fara yvir á Eysturlandið á Breiðmarka Djúp. Hvussu langur túrurin verður er ilt at siga, men um vit vera 14 dagar burtur, so er túrurin langur. Í fjør gekk okkum sera væl undir Íslandi, tá brúktu vit bert 8 dagar um ein túr, men so væl heppnast bert tá alt gongur eftir bókini. Vanliga fiska vit mest upsa, men fáa vit 2/3 av upsa og 1/3 av toski í lastina, so skulu vit lata heilt væl at.

Norðsøki er bygdur í Danmark í 1942 úr eik. Baturin er sera sterkt bygdur og sum skilst bleiv hann eitt skiftið brúktur sum minustrúkari undir krígnum. Í Føroyum hevur hann eina langa søgu, sum helst byrjar í Kunoy, men meira um tað eina aðra ferð.