PS: Greinin er skrivað til blaðið, sum kom út mikudagin, til dystin sum skuldi leikast mikukvøldið millum KÍ og Slovan Bratislava. Nú skal dysturin eftir øllum at døma spælast í morgin, fríggjadagin.
Nú KÍ skal spæla ímóti sterka meistaraliðnum Slovan Bratislava, stendur 78 ára gamli Ólavur Thomsen helst við inngongdina sum vaktarmaður. Hann byrjaði í KÍ í 1967 og stuðlar liðnum við sama lag.
Mánadagin í vikuni hittu vit Ólav heima við hús á Kjarlarvegi í Klaksvík. Vit høvdu eina avtalu um stutt prát um hansara tíð í KÍ. Ólavur er ein av fýra heiðurslimum felagsins og hevur verið við í tiltikna 66 liðnum og umframt tað kassameistari felagsins eitt langt tíðarskeið.
Eg byrjaði í KÍ í dreingjaliðnum í 1957, sigur sáttligi bakkurin hjá KÍ liðnum. Tað gekk okkum væl tað árið, vit blivu Føroyameistarar. Sum eg mentist, so kom eg á 1. liðið, sum besta deildin kallaðist tá, í 1960.
Vit leiktu onkrar vinardystir ímóti útlendskum liðum, eitt nú AGF og Vejle. Men størsta upplivingin í so máta man vera tá vit spældu ímóti Lübeck. Hetta var í 1967. Lübeck var helst sterkasta útlendska liðið ið hevði verið í Føroyum til tað tíð. Teir leiktu í 2. deild í Týsklandi og spældu fyrst ein dyst ímóti B36 í Havn har teir vunnu 3-1.
So skuldu teir norður til okkara at spæla á Norðoyastevnu. Tað var ikki bara, bara, tí týskararnir kravdu 10.000 krónur fyri dystin. Tá hugsað verður um at tímalønin tá kanska var einar 6-7 krónur, so var hetta nógvur peningur.
Eg minnist at tvídráttur var í nevndini. John Reid Bjartalíð, sáli var ímóti at gjalda heilar 10.000 krónur, tí hann vildi ikki at felagið skuldi hava hall av dystinum.
Men tá atkvøtt bleiv, bleiv samtykt at taka av. Eg haldi, sigur Ólavur Thomsen hugsunarsamur, at hetta er einasta ferðin, at nevndin hevur atkvøtt ímóti viljanum hjá John Reid, men soleiðis bleiv tað og dysturin varð leiktur.
Tað kom sera nógv fólk á hesa Norðoyastevnuna at síggja týskararnar spæla, bæði úr Havn og úr Eysturoynni. Atgongumerkini til dystin vóru sett upp úr 8,50 krónur til 10,00 krónur. Eg minnist ikki at nakar mótmælti.
Tá upptalt var eftir dystin, vóru 20.000 krónur komnar inn, so fleiri enn 2000 áskoðarar høvdu verið til dystin.
Men dysturin bleiv ein ov stórur gloypibiti fyri KÍ, Lübeck fór avstað aftur við einum 5-1 sigri á KÍ. Sigast skal at týska liðið vann 6-0 ímóti býliðnum í Havn og 4-0 ímóti landsliðnum.
Um fótbóltsspælið hjá 66 liðinum er kann eg kanska siga, sigur Ólavur Thomsen víðari, at vit høvdu ongantíð nakran settan venjara. Vanligt var, at Steinbjørn Jacobsen tók sær av øllum har frammi, ímeðan Magnus Kjelnæs, sáli tók sær av øllum har afturi, soleiðis koyrdi tað.
Teir báðir løgdu taktikk eftir hvussu mótstøðuliðini spældu. HB plagdi at hava venjara áðrenn vit, so teir leiktu ofta við stuttum sendingum til hvønn annan, so tá byrgdu vit upp fyri tí, ímeðan tá vit spældu ímóti B36 spældi mótstøðuliðið vit langum bóltum fram, so tá var bara at koyra á.
Eg segði, at vit høvdu ikki venjarar áðrenn 72, men tó minnist eg at fótbóltssambandið av og á sendi fótbóltsvenjarar norður, sum løgdu okkum lag á í einar 14 dagar ella so, so vit fingu nakað av upplæring í fótbóltsspælinum.
Eg var sum kunnugt meistari við KÍ frá 66 til til 1970, ella 5 ár á rað. Í 1971 mistu vit meistaraheitið orsakað av dømingini hjá Árna Gregersen, men í 1972 vunnu vit aftur meistaraheitið, tá valdi eg at gevast við fótbólti á hægsta støði. Aftaná var eg við til at vinna trý meistaraheiti við KÍ, tvey við 2. deild og eitt við 3. deild.
Ólavur kom í nevndina fyri KÍ í 1961. Eg gjørdist kassameistari, serliga minnist eg tíðina tá KÍ fór undir at byggja Ítróttarhøllina. Landið hevði játtað 20% av kostnaðinum, Kommunan 20% og Danski Staturin 20%. Men hetta var peningur, ið ikki fall til gjaldingar fyrr enn høllin var liðug, so vit máttu lána til fígging. Tað var ein strævin tíð, við hvørt vóru ongir pengar at gjalda lønir fyri. Formaðurin vísti bara til mín, so tað var ikki altíð so lætt at snúgva sær, men tað gekk og høllin kom upp at standa í øllum góðum.
Enn í dag, eri eg virkin innan KÍ, sigur Ólavur Thomsen at enda. Eg eri innkrevjari, men til dystin í kvøld eru ongir áskoðarar, so okkara uppgáva er at vera vaktir við inngongina til økið.
Tá eg spyrjið Ólav um úrslitið í kvøld, svarar hann lítillátin: Eg kenni ikki nakað sum helst til mótstøðuliðið, men
KOYR Á KÍ!!!









