Metingar: Fleiri toppdystir og fleiri botndystir eru á skránni.
Mikudagin møtast TB og NSÍ eins og í steypakappingini, meðan hinir dystirnir eru hóskvøldið. 8. umfar er – eins og 6. umfar var – merkt av, at fleiri dystir eru millum lið, sum liggja og kappast innanhýsis á stigatalvuni. Í Gundadali møtast nummar 1 og 3, í Sarpugerði nummar 2 og 5 og á Argjum nummar 8 og 9. Niðanfyri metir ítróttarskrivarin á Norðlýsinum, Jákup Ósá, um 8. umfar í Effodeildini.
TB-NSÍ
NSÍ venjarin, Anders Gerber, tók eftir mínum tykki eina váða avgerð, tá hann settur teir tríggjar álopskendu profilarnar – Petur Knudsen, Klæmint A. Olsen og Árna Frederiksberg – á bonkin í steypadystinum í Trongisvági. Men tað vísir kanska eisini, at NSÍ venjarin hevur stórt álit á sínum hópi og ikki bara teimum fyrstu ellivu. Tá nú NSÍ vann dystin, so stendur NSÍ við góðum kortum nú, tí hesir áðurnevndu eru eiga at vera betri fyri enn teir, sum spældu allar minuttirnar. Hjá TB sær einki út, tí liðið er úti av steypakappingini og liggur í botnstríðnum í landskappingini, har bara tvey stig eru niður til aftasta liðið. NSÍ er kanska besta liðið í Effodeildini til at vinna móti liðunum í lægra enda av stigatalvuni. Tí er NSÍ størri favorittur enn tey flestu liðini annars eru í Trongisvági. NSÍ skal hava nýggjan málverja, men styrkismunurin á liðunum er framvegis ov stórur. Tipping: 2 (1-3)
AB-Skála
Hjá AB sær ein, at tað gongur rætta vegin og liðið mennist. Liðið hongur saman og megnar at hótta í álopspartinum í nógv størri mun enn t.d. Skála. Hjá Skála kom tó gongd í málskjótingina móti ÍF, so kanska byrjar Skála at koma seg í álopspartinum, sum annars ikki hevur sæð gott út. Hesin dysturin hevur rættuliga nógv at siga, tí taparin verður undir strikuni, meðan ein javnleikur bara ger, at liðini standa í stað. AB hevur meira álopskendan spælistíl enn Skála, og tað kann kanska gera, at AB dugur betri at skapa dystin og neyðugu møguleikarnar. Vóru javnleikirnir hjá AB móti Víkingi, HB og KÍ tekin um, at lið er betri enn hini botnliðini? Tað fáa vit eina ábending um her. Kanska er javnleikurin besta boðið, men man kann eisini finna góðar orsøkir fyri at AB fær sín fyrsta sigur í ár her. Tipping: 1 (1-0)
B68-ÍF
Staðfestingin av at B68 helst ikki hevur neyðuga støðið til Effodeildina fingu vit í steypakappingini, tá liðið tapti móti Giza/Hoyvík. Í Effodeildini er stríðið tó ikki tapt enn, tí tað er fyri B68 tíbetur fleiri onnur lið, sum hava stórar trupulleikar fyrsta partin av kappingini. Tí skal ikki nógv til hjá B68, áðrenn teir á Toftum liggja sum nummar 7. ÍF skal nú avgera, um liðið skal spæla við um 4. plássið ella um liðið skal detta longur afturum, tí eitt tap ella javnleikur kann ikki brúkast her, um liðið skal røkka topp 4. Dystirnir eftir hendan eru á pappírinum truplir hjá ÍF. ÍF hevur havt óstøðug úrslit seinastu tíðina, har liðið uppá eina viku fór frá at vinna stór á útivølli móti TB til at tapa stórt á heimavølli móti KÍ. Hesi óstøðugu úrslitini og ikki minst vánaligt verjuspæl hava eisini fingið ÍF venjaran Jógvan Martin Olsen at kasta handklæðið í ringin. Kanska heldur tíðliga eftir mínum tykki, tí ÍF kann við sigri á B68 vera rættuliga tætt uppá 4. plássið, sum jú er málið hjá felagnum. ÍF klárar at vinna dystir sum m.a. við Stórá móti TB, og tá klárar liðið eisini at vinna á Svangaskarði móti B68. Tipping: 2 (1-2)
B36-HB
Grannauppgerðin millum feløgini, sum hava vunnið FM 12 av seinastu 15 árunum. Trýstið liggur á B36, sum er 3 stig aftanfyri. Tí hóast kappingin enn er ung, so kann tað blíva trupult at innheinta 6 stig, tá talan er um so sterkt lið sum HB. HB hevur fyrimunin av, at flestu leikararnir kundu hvíla í steypadystinum, men B36 spældi harðan krevjandi dyst á Argjum. Hjá báðum liðunum eru nógvir leikarar væl fyri í løtuni, har HB kanska eigur munin. Stigatalvan og størri hvíld tala fyri HB, men B36 hevur liðið til at vinna dystin. Eyðun Klakstein hevur ongan landskappingardyst tapt á heimavølli sum høvuðsvenjari hjá B36, men tað hevði ikki verið óvæntað, um HB bleiv fyrsta liðið, sum breyt tey hagtølini, tí hetta er kanska rætta løtan at møta og vinna á B36, sum ikki eru fullmannaðir og sum hava spælt nógvar harðar dystir seinastu tíðina. B36 hevur ikki væl ráð til at tapa, so eg vænti onkursvegna, at liðið leggur nógv fyri. Javnleikurin er kanska meira upplagdur enn ein HB sigur, tí javnleikin kunnu bæði kanska brúka, men verður nakar vinnari, so vænti eg tað verður HB. Tipping: X (1-1)
Víkingur-KÍ
Hesir dystirnir plaga sum oftast at vera sera undirhaldandi, tættir og ofta hart spældir. Hesin verður neyvan nakað undantak. Hagtølini siga, at Víkingur er eitt sera sterkt heimalið, men taka vit árið í fjør, so stóð KÍ seg rættuliga væl í Sarpugerði, tá báðir dystirnir endaðu við javnleiki. Tó havi eg lagt til merkis, at Sámal Erik Hentze, núverandi venjari hjá Víkingi, hevur havt gott tak á KÍ seinastu dystirnar. Í fjør vann hann greitt við AB í Klaksvík, har KÍ bara tapti tveir dystir alt kappingarárið og í Klaksvíkskappingini í ár vann Víkingur eisini stórt á KÍ. Spælistílurin tykist vera, at liggja afturi á vøllinum, lata KÍ stýra spælinum langt afturi á vøllinum, spæla uppá kontraálop og revsa mistøk í KÍ uppspælinum. Víkingur hevur fyrimunin av, at liðið kundi hvíla áleið helvtina av liðnum í steypadystinum móti 1.deildarliðnum FC Suðuroy, meðan KÍ ikki hevði tann møguleikan í trupla útidystinum móti ÍF. KÍ avrikið í Fuglafirði var sannførandi á tann hátt, at KÍ – við serliga góðum verjuspæli – vann tryggan 4-0 sigur uttan at taka stórspælið fram. Tað vísir, at liðið helst er í menning á útivølli í mun til undanfarnu ár. Heimavøllurin og størri hvíld hjá fleiri leikarum ger, at hesin dysturin liggur til at koppa til heimaliðið. Tipping: 1 (3-2)




