Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

8 vikur til svimjihøllin letur upp aftur

John William Joensen

Tað gongur væl við arbeiðinum at útbyggja svimjihøllina og Torkil Mørkøre er sera væl nøgdur við arbeiði sum heldur tíðarætlan og verður vantandi liðugt um 8 vikur. Vit fara at áseta dagin tá høllin letur upp í næstum, sigur leiðarin fyri svimjihøllina og ítróttarhallirnar.

– Tað er NH Betong sum stendur fyri arbeiðinum sum kostar umleið 9 mió. kr. og sum verður liðugt nú um 8 vikur.

– Fyrsti parturin av nýbyggingini verður liðugt soleiðis at høllin kann takast í brúk í summar við nýggjum brúsu og skiftingarrúmum, einari nýggjari Café og fitness.

– Tá skúlarnir fara í summarfrí lata vit upp og tá verður tað sum at koma inn í eina spildurnýggja svimjihøll. Men steðga verður ikki her tí longu nú verður arbeitt við at fáa eitt nýtt wellnes økið við gosbað, heilsuklivum og øðrum, men her strekkir peningurin sum játtaður er í løtuni ikki til, men eg havi vón um at politisk undirtøka er fyri at fáa hendan partin av svimjihøllini gjørdan lidnan.