Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

80 % av samlaðu makrelkvotuni er fiskað

John William Joensen

Eyðun Rasmussen, stjóri í samtakinum Christian í Grótinum, letur væl at makrelfiskiskapinum og við verðandi gongd verður kvotan hjá Norðborg uppfiskað tá tríggir túrar eru gjørdir afturat. Tøl frá Vørn vísa av føroysku makrel- og sildakvotuni er tilsamans 25.416,60 tons eftir at fiska av makreli og 48.427,00 tons av norðhavssild .

Sambært nýggjarstu tølunum frá Fiskiveiðueftirlitinum hava nótaskipini fiska gott 75% av tí sum tey í ár fingu tillutað av makreli og umleið 30% av kvotuni av norðhavssild.

Sí viðheftu talvu trýst her

Góður fiskiskapur

Eyðun Rasmussen letur sera væl at fiskiskapinum og søluni.

– Norðborg hevur í løtuni hálva last og tá hesin túrurin er liðugur hevur hon kvotu til tríggjar túrar afturat. Fiskað verður vestur ímóti markinum til ES sjógv og hóast nógv er til av sild hevur tað gingið væl við makrelfiskiskapinum. At ES marknaðurin nú er stongdur fyri føroyskari vøru hevur gjørt at vit selja fyri ein lægri miðalprís men annars hevur ikki staðið á at sloppið av við vørurnar.

– Í fjør gekk fiskiskapurin eisini gott til óndarveður spjaddi fiskin so vónandi heldur veðrið sær nakrar vikur afturat.