Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

8000 fólk sleppa á Summar Festivalin

Jóhann Lützen

Bert 1000 vikuskiftispass verða seld aftrat

 

 

Stórur áhugi er fyri at fara á Summar Festivalin, sum í ár kann Summar Festivalurin halda 20 ára jubileum. Summar Festivalurin byrjar hóskvøldið og heldur fram til leygarkvøldið.

Økið á Vágsbø er nakað minni orsakað av bygging í økinum, og tað hevur við sær, at í mesta lagi 8.000 fólk sleppa á Summar Festivalin.

Forsølan hevur gingið sera væl, og tí boðar Summar Festivalurin frá, at bert 1000 vikuskiftispass aftrat verða seld í forsølu. Hesi kunnu keypast umvegis heimasíðuna sf.fo ella í Telebúðum.

Afturat tí verður eitt avmarkað tal av dagsbillettum sett til sølu. Hesar billettir kunnu bert keypast við inngongdina á sjálvum degnum.

Á Summar Festivalinum í ár spæla eitt nú Olly Murs, Uriah Heep, Faustix, Paul Watchorn, Lena Anderssen, Dynamit, Dania O. Tausen, RSP, Frændur og fleiri.