KÍ kvinnurnar halda áfram at vísa seg frá bestu síðunu. Í kvøld fingu tær aftur ein stórsigur, heili 9-0 ímóti Skála á teirra heimavølli.
Kvinnurnar hjá Kí eru í einum flokki fyri seg. Nú tær í kvøld vunnu heili 9-0 á skála og hetta er í minsta lagið triði stórsigurin á rað.
8-0 til KÍ kvinnurnar á Skála
Nú bert stutt er eftir til dystarenda, hevur Malena Josephsen fyrst økt um KÍ leiðsluna til 5-0 og síðani Tove Sólheyg til 6-0 harafturat Rannvá Andreasen eitt perlu langskot til 7-0. Síðani aftur Sigrid til 8-0
Av Skála frætta vit, at tað framvegis eru KÍ kvinnurnar sum mynda dystin og at Skálakvinnur hava lítið og onki at skula sagt.
kl 19.20
4-0 til KÍ kvinnurnar
Nú umleið 20 minuttir eru leiktir av dystinum á Skála, eru KÍ kvinnurnar á odda við fýra málum ímóti ongum til Skálakvinnurnar
KÍ kvinnurnar stýra framvegis dystinum á Skála, fyri løtu síðani skoraði Olga Kristina Hansen sítt annað mál og saman við teimum báðum málunum hjá Sigrid Jacobsen, eru KÍ kvinnurnar á odda 4-0.
kl 18.45
3-0 til KÍ kvinnurnar í hálvleikinum
Í hesi løtu spæla Skála og KÍ landskappingardyst í bestu kvinnudeildini og tað eru KÍ kvinnurnar, sum eru á odda nú hálvleikur er.
Heimildarfólk okkara á Skála sigur, at hóast byrjanin hjá KÍ var eitt sindur trilvandi, so sýnist liðið nú at hava funnið stevið og stýrir dystinum.
Sum skilst, so hava KÍ kvinnurnar stýr á dystinum í løtuni .




