Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

9. leikumfar: KÍ-GÍ 2-3 (1-1): KÍ liggur nú niðri á niðurflytingarstrikuni

John William Joensen

Próvtøkuroyndin ímóti GÍ sunnudagin varð ikki staðin av KÍ, sum mátti lúta 2-3 fyri gulu gestunum, og nú liggur KÍ á trið aftasta plássi við 10 stigum eftir 9 dystir. AB við5 stigum og VB/S við 3 stigum liggja á teimum báðum niðastu plássunum.

Tað gjørdist eingin hugaligur mammudagur fyri KÍ sunnudagin við Djúpumýru.
Undan dystinum lá KÍ einum 6 plássi, tvs. 5 pláss frá botninum, men eftir dystin er henda støða versnað – KÍ er nú nr. 8 og liggur triðniðast! 

2 mál av
Clapson

Dysturin, sum vit siga nærri frá seinni, byrjaði annars væl við máli av Paul Clapson longu í 3. minutti eftir flott uppspæl frá Kristiani á Lakjuni, og tað kundi eins væl blivið til 2-0 í fyrra hálvleiki, men ístaðin gjørdi GÍ ein vørr beint áðrenn hálvleik, sum gav eitt mál til hálvleiksstøðuna 1-1.
Eftir steðgin vóru GÍ-ararnir hepnir at vinna eitt ivasamt fríspark langt frammi í høgru álopssíðu, sum tann annars sera dugnaligi dómarin, Petur Reinert, gav teimum, og hetta frísparkið varð upprunin til mál, og so var 2-1 til gestirnar.
Høgni Madsen og Paul Clapson vildu tað øðrvísi, tá tann fyrr nevndi legði innfyri, og amerikumaðurin heilfluktaði í mál til 2-2.
Men so var KÍ-verjan aftur nakað trilvandi, so tað bleiv pláss til Erling Jacobsen í tveimum atløgum at skjóta á KÍ-málið. Fyrra skotið bjargaði Meinhard, men bólturin stakk útaftur, og aftur var Erling fyrstur á honum og smekkaði upp undir yvirleggjaran og í málið til 3-2.
Tá var gleði og gleimur á teimum gulu, bæði leikarum og áskoðarum.

Hini úrslitini í Formuladeildini sunnudagin vóru:

NSÍ-AB 2-1
KÍ-GÍ 2-3
B36-Skála 1-1
VB/S-B71 1-4
HB-EB/S spæla mánakvøldið

Við hesum úrslitum sær stigatalvan í Formuladeildini soleiðis út:

01) EB/S   8 dystir   +12 mál    21 stig
02) B36    9 dystir   +10 mál    20 stig
03) NSÍ     9 dystir   + 6 mál     18 stig
04) HB      8 dystir   + 5 mál     14 stig
05) Skála  9 dystir   – 3 mál     13 stig
06) B71    9 dystir   + 2 mál     11 stig
07) GÍ       9 dystir   – 6 mál     11 stig
08) KÍ       9 dystir   + 3 mál     10 stig
09) AB      9 dystir   – 9 mál       5 stig
10) VB/S  9 dystir   –20 mál       3 stig

Sostatt er KÍ í løtuni 5 stig frá einum niðurflytingarplássi!