Um tveytíðina í nátt kom Kallanes aftur av einum góðum túri eystanfyri. Árni Zachariasen, skipari á Kallanes sigur, at meginparturin av veiðuni var longa, og heilt væl var á í gjár. Veðrið er gott og streymurin góður, so farið verður aftur til útróðrar í kvøld.




