Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

93 ára gamli Jógvan Gerðalíð í hoyna fyri seinastu ferð?

John William Joensen

93 ár – men ikki og gamal til at fylla súrhoyggjbrunnin og stýra “Broytini”

Oliver skrivar:

Eg var ein dagin úti á Gerðabø og tók nakrar myndir.

Fekk eitt prát við 93 ára gamla Jógvan Gerðalíð, við einum hoyvendara og øðrum amboðum.

Rokið stóð um teigarnar. Eisini hevði hann tveir motorlíggjar.

Jógvan, fortel mær okkurt. Nær byrjaði tú at hjálpa til at vera á bønum.

Ja tað skal eg so væl siga tær, tað var áðrenn eg minnist

Altíð hin skemtingarsami.

Øll børn á Gerðagarði hava frá smábarni av hjálpt til í hoyna og so hvørt tey mentust, til annað arbeiði á gørðunum við,

Nær fekk tú fyrsta líggjan?
Eg kann ikki við vissu siga tað, men tá eg var trettan ár, átti eg so líggja, og tað vil so siga at í 80 ár havi eg so verið á bønum og sligið grasið.

Abbi gjørdi mær henda fyrsta lýggja. Abbi var sera handigur og orv hansara vóru tiltikin løtt og snøgg. Áðrenn norsku líggjanir komu, var líggin í tveimum. Bakki og blað. Tey vóru so nittað, ella klinkað saman. Vánaligir líggjar mangan.

Tá vóru hesi stuttu, svensku orvini ikki komin, bert hesi føroysku, longu, sum lógu í alboganum.

Eg minnist serstakliga fyrstu royndina á bønum sum sláttumann.

Sjálvandi skuldi abbi leggja mær lag á. Eg helt líggjanum, abbi aftanfyri og førdi orvið. Ansa eftir oddinum, læt kjógvi liggja væl at, og so víðari. Tarvskálvur mást tú ikki verða, helt hann fyri..

Tarvskálvur hvat er tað?

Jú tað mundi nokk koma av at tarvskálvar mundi ikki vera nøkur góð heimabeitsiskrýatúr. Tøvdu og tóku í her og har, so lopparnir stóðu eftir.
Um vána sláttumenn var sagt. “Sær út sum tarvskálvur hevur verið her”.

Men eg minnist væl henda túrin, hvussu eg skimaðist uttan um meg og hugdi eftir og vónaði, at eingin av hinum dreinginum sóu, at abbi skuldi standa so. Eg var sum ein vøttur í føvningi hansara.

Jú síðan havi eg sligið allan bøin, fyrstu árini saman við øðrum. Tá eg so fekk mær slámaskini havi eg so sligið hann so at siga einsamallur.

So læt eg garðin frá mær, men havi hildið á at sligið til dagin í dag, men hetta árið havi eg, mest sum bara sligið á sløttum.
Jákup, sonurin segði, tú sleppir at sláa so leingi tú kennir markið á okkara bø, men so ikki longur.

Eg kom at kenna markið longur enn eg komi at sláa bøin, tí hetta verður seinastu fer eg bindi í og seti á.

Ein helt fyri , hatta havi eg hoyrt alt síðan eg minnist.

Fýra ár slerdi og danska markir.
Tað eina árið haldi eg at eg mundi sláa størri vídd enn øll hini árini eg havi sligið her á gerðabø. Tað var við tveimum hestum spentum fyri..

Ein gamal norðjútskur bóndi. Hetta var í 1933, fortaldi fyri mær, einaferð eg var á markini og slerdi, tað var við hestum, at einaferð kom ein ið hevði verið í Amerika at práta við abba sum skar akur. Hann sigur tú Edvard:

“Í Amerika hava teir maskinir at skera akur við”.

Abbi gapaði ivingasamur . Maskinir? Ja, maskinan ornar alt og so sita teir uppiá henni , meðan teir skera. Tað var ovboði.

Abbi bað hann skrubba av og sleppa sær burtur, løgnhals og praler.

Tá hevði abbi bert líggja av gamla slagnum., legði gamli bóndin afturat.

Hvussu var áðrenn, vóru tá ikki fleiri ið vóru um hetta arbeiði fyrr?

Vit vóru fyri tað mesta eini 3– 4 menn við líggjanum 2 -3 hoyggingarkonur.
Seinni minkaði hetta til heilt fá fólk, nú vit fingu brunnar til súrhoyggj.
Neytini hava vit tikið av fyri mongum árum síðan. Fyrr høvdu vit 6 mjólkkýr.
Býurin vaks. Heimabeitið hvarv. Traðir og býarheng og annað gjørdi, at nú er bert seyðurin at dúa uppá.

Hoyggingin er eitt spæl nú. Maskinurnar hava tikið yvir.
Sláimaskinan dregur bæði meg og líggjan. Tær gomlu rívurnar eru so at siga arbeiðsleysar.

Fyrr bant tú byrðar og bar tær við sveittabrot. Nú slúkar maskinan alt gras og hoyggj av vøllinum, tað er ikki meir enn tú fylgir henni.

So havi eg eina gamla, avdangaða brøyt, sum eg grabbi gras í brunnin við.

Trupulleikin í dag er at tað gongur ov skjótt. Illstøða stendst av tí.
“Kanst tú ikki lata vera við at hava so nógv í grabbanum, vit klára ikki at taka undan, eg havi sagt tað hundrað ferð? Jú, jú!
Nullvingar, ballingar, kyllingar, klúkar, sátubørn og sátur, hoyberðadagar, útihoyggj, desir er alt, en saga blot

Hugsi um hoykonurnar. Nullvaðu túsund tals nulvingar uttan at rætta ryggin.  Nei, tað stóð ikki bara á monnunum.

Mær kom í hug sangin, Mikkjal av Ryggi. Símun Petur Z. vildu vit skuldi syngja hann tá sløttutíðin byrjaði. Framúr sangarin, John Reid Bjartalíð skipaði allar sangir fyri Símun Petur

Tað lýsir um fløtur;
so leyp uppá føtur
og longur ei ligg!
á høgætt í hoyna
hvør maður má royna
sín arm og sín rygg,
má streingja sín stirðil og stytta sín blund
og nýta við lít hvørja terra stund

Ja munur var á, men tó, enn gerast lendar eymir

Lamba-jóhann kom einaferð fram við her. Ein stórur bilur, (1½ tons), kom og menn skumpaðu skervin av lastini.
Líka mikið, letur í honum, verður hetta fólkaslagið ikki 200 ár, kann alt gera tað sama. Eingin rør, eingin ber og nú fer skjótt eingin at ganga.
Eg kann leggja afturat at heldur skumpar eingin longur, so vit leggja nøkur ár afturat.

Takk fyri Jógvan.
OJ.