Tað má sigast at vera eitt bragd, at 96 ára gamli Johs. Andr. Næs hevur skrivað bók um Lítlu Dímun.
Tað má sigast at vera eitt bragd, at 96 ára gamli Johs. Andr. Næs hevur skrivað bók um Lítlu Dímun.
”Hann hevði verið við sum 17 ára gamal í 1868 at avtaka tað gamla svarta lítla seyðaslagið, sum hevði gingið í Oynni síðan enskir munkar búsettust í Føroyum áðrenn ár 900…”
Ófatiligt, at ein maður sum skrivar bók í 2016, kann endurgeva úr samrøðu, sum hann hevur gjørt við ein, sum var við til at avtaka gamla seyðaslagið í Lítlu Dímum í 1868. Men hetta er tó veruleiki.
Tann 23. november legði Johs. Andr. Næs fram bókina Lítla Dímun í Roynhøllini í Hvalba. Johannes er 96 ára gamal men hevur tó framvegis ikki lagt pennin frá sær.
”Tað var, meðan eg gekk á Læraraskúlanum í 1939 í jólafrítíðini, at eg fór at hitta Lávus, sum tá var gamal maður,” greiðir hann frá.
”Orsøkin var, at tann sum tá var leiðari í K.F.U.M. arbeiðinum í Havn – danskarin C. Christensen – bjóðaði okkum læraraskúlanæmingum ofta leygarkvøld oman í K.F.U.M., sum tá var í Losjubygninginum á Tinghúsvegnum til hugnaligt undirhald.
Einaferð gav hann okkum ta uppgávu, at vit skuldu halda ein fyrilestur um ella úr okkara heimbygd – hvør av okkum.
Vit vóru 14 næmingar úr 12 bygdum.
Eg valdi Lítlu Dímun og tí fór eg til Lávus í jólafrítíðini í 1939.
Tað handritið havi eg goymt til nú fyri einum 2 árum, tá ið eg fór at savna alt tilfarið til bókina um Lítlu Dímun.”
Johs Andr. Næs takkaði Zakariasi Wang og forlagnum Stiðjanum fyri at hava givið bókin út og á samkomuni í Roynhøllini handaði hann formanninum fyri Oyggjanevndini, Róini Schrøter, tvey eintøk av bókini. Annað eintakið skal liggja í húsinum á Hellurókini og hitt í húsinum á Álkufløttum.
Johs Andr. Næs er føddur í Nesi í Hvalba, og sum ungur var hann nógv úti í Lítlu Dímum (ella úti í Oynni, sum tey siga í Hvalba). Hann lýsir Oynna soleiðis:
”Væl er Oyggin vøkur og eggjandi at síggja og vitja, og væl er hon rík við seyði og fugli, men hon er berg, øll sum hon er, og hon ber í barmi sínum bergsins hátíðarliga dám, sum krevur, at tú stígur varisliga og er ansin í hvørjum spori.”




