Tað man ikki vera mangur eldri enn Líggjas, ið hevur staðið við stýrisvølin á Johannu. Myndina tók Eyðun Mohr Viderø dagin eftir sjómannadagin.
Tað var sera hugaligt at sluppin Johanna kom líka av Vági og til Klaksvíkar á Sjómannadegnum, og teir skulu hava stóra tøkk fyri avrikið.
Suðuroyingar duga tá teir fara slíkan túr, teir komu til Klaksvíkar leygardagin og hugnaðu sær við Stangabrúnna leygardagin, fingu sær ein góðan blund eftir nógvu vitjaninar umborð og sótu umborð sunnumorgunin og hugnaðu sær við kaffi og práti fyrrapartin sunnudagin og bíðaðu eftir sjóvarfallinum.
Teir fingu eisini forkunnuga vitjan. Eliesar Sørensen, ið fyllir 100 ár í oktober nýttið høvið at vitjað umborð og sýntist hann at hugna sær óført. Tá vit á Norðlýsinum skuldu skunda okkum tilhús eftir myndatóli áðrenn Eliesar kom íland aftur, bóðu vit hann bíða eitt vet, men nei, ikki talan um, tí klokkan var 10.40 og hann skuldi á morgunmøti, so har var onki at gera.
Eyðun Mohr Viderø, ið var ein av manningini á Johannu, ið var komin umborð á Sandi, hevði myndatól við, so hann forbarmaði seg yvir okkum og tók eina mynd, sum vit fingu sendandi frá honum, tá hann var komin aftur til Sandoyar. Vit takka honum hjartaliga fyri.




