Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Archibald Black, bóndi á Myrkjanoyri, er ikki nøgdur: Grashjalli hjá býráðnum einki við Grashjalla at gera

John Færø

Archibald Black, bóndi á Myrkjanoyri hevur skrivað býráðnum opið bræv:

Til Klaksvíkar Býráð.
Sum bóndi á Myrkjanoyri havi eg gingið høgt upp í staðarnøvn, og at støðini vera kallað við sítt rætta navn. Øll staðarnøvnini á garðinum eru uppskrivað, og tað verður lagt fjallfólki og øðrum eina við at brúka rætta navn til rætt stað.
Tí fall tað mær fyri bróstið at lesa í sosialinum, at Klaksvíkar Býráð heevur samtykt at kalla nýggja býlingin í Klaksvík fyri á Grashjalla.
Hetta hevur einki við Grashjalla at gera. Útstykkingin er á Helnabrekku og onga aðrastaðni. skalt tú harafturímóti niðan á Grashjalla, skalt tú bæði niðan um hamaran og Døglingsstein.
Grashjalli er eitt stórt øki, ið røkkur frá Ravnagili í sunnan til Kellingasetur fyri norðan. Her gongur árnafjarðargøtan undir Høvdanum og tí mesta av Stígabrúnni.
Tí skal hetta rættast beinanvegin!

Heilsan
Archibald Black