So er skjøtul settur á byggingina á nýggju útstykkingini á Helnabrekku
Tað eru tey bæði Maigunn og Eyðun Jacobsen, ið eru byrjað at byggja síni egnu hús á Helnabrekkuútstykkingini ella á Grashjalla, sum kommunan sigur at staðið eitur.
Vit vóru har á útstykkingini tá byrjað varð og hóast býlingurin tikist at fara at liggja nóg so langt burtur, so er her hóast alt lætt atkomuligt.
Býráðið hevur gjørt væl liðugt her uppi. Vegirnir eru asfalteraðir og gongubreytir eru eisini gjørdar og allar innføringar, ið skulu til grundstykkini eru eisini klárar.
Tað verður fáur í Klaksvík, ið kann reypa av betri útsýni enn tey her norðuri á Grashjalla. Um kvøldarnar er her eitt ótrúligt panorama yvir á Kalsoynna, Kunoynna og ikki minst norður ígjøgnum Haraldsund, eins og útsýnið suður ímóti Háfjalli er sera stórbært.
14 afturat
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri sigur við Norðlýsið, at henda fyrsta útstykkingin gevur pláss fyri 24 sethúsum.
Ætlanin er at fara undir eina útstykking afturat her norðuri uppá 14 grundstykkir.
Hóast útstykkingar, so hava vit í býráðnum framvegis ein bíðilista, sum í løtuni er uppá 60 umsóknir, har fólk vilja sleppa ígongd við at byggja sær sethús, so sigast má, at tey eru mong sum vilja sleppa at seta fót undir egið borð í Klaksvík.




