Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Shell sett deildarleiðara í Norðoyggjum

Oliver Joensen

Tað er 33 ára gamli Hans Petur Clementsen, ið er settur sum nýggjur deildarleiðari hjá Shell í Norðoyggjum.

Hans Petur Clementsen er sum sagt 33 ára gamalur og arbeiðir í løtuni hjá Kaupthing í Havn við kundarøkt og sølu av íløguproduktum.
Í stuttari samrøðu sigur Hans Petur fyri Norðlýsinum, at hann eftir lokna skúlagongd fór í læru í Sjóvinnubankanum í Klaksvík og arbeiddi í 8 ár í banka, fyrst í Sjóvinnubankanum og síðani í samanlagda bankanum..
Í 2000 fór Hans Petur saman við trimum øðrum at arbeiða hjá nýstovnaða íløgufelagnum Kaupthing.
Uppá fyrispurning okkara hví hann søkti starvið hjá Shell í Klaksvík, sigur Hans Petur, at hann í eina tíð hevur havt í huga at fáa eitt starv í Klaksvík, ístaðin fyri sum nú at ferðast til Havnar at arbeiða. Tað er ikki so títt, at størv vera lýst leys í Klaksvík og tá so Shell lýsti eftir einum leiðara, so helt eg at hetta var júst tað eg kundi hugsa mær, tí hetta er ein stór avbjóðing og eisini hevur hetta nakað við sølu og kundarøkt at gera, sum eg fáist við í Kaupthing.

Útbygging
Uppá fyrispurning okkara um tað fara at henda broytingar hjá Shell í Klaksvík eftir at hann hevur tikið við leiðarastarvinum 1. januar 2003, sigur Hans Petur, at tað longu frammanundan er avgjørt, at tænastan hjá Shell skal øll vera á einum stað í Klaksvík frameftir.
Í staðin fyri at hava skrivstovu á Grótrætt og Shellstøð heimi á Stongunum, so verður høvuðssætið hjá Shell í Klaksvík á Stongunum.
Tey tvey skrivstovufólkini, sum ídag starvast á Grótrætt, flyta heim á Stengurnar og so verið eg har sjálvandi eisini.
Ætlanin er at byggja støðina út, soleiðis at sjálvur handilin verður meira vinarligur móti viðskiftafólki og førur fyri at veita betri tænastur og harafturat skal meira pláss vera til starvsfólkini og skrivstovur.

Grótrætt
Men sjálvandi, sigur Hans Petur Clementsen víðari, hava vit brúk fyri plássinum vit hava á Grótrætt. Shell eigur tangarnar har og tað er har allar bunkringar til skip vera gjørdar.
Harafturat er Grótrætt høvuðsstøðin hjá teimum sum koyra oljubilarnar, so tað verður framhaldandi nógv virksemi á Grótrætt, men stóra broytingin verður at høvuðsstøðin hjá umsintingini og tænastunum verður á Stongunum.

Kanna umstøðurnar

Til spurningin um tað fara at henda broytingar tá eg taki við leiðarastarvinum, kann eg annars stutt siga, at fyrstu tíðina fari sjálvandi at brúka til at seta meg inn í tingini.
Eg veit sjálvandi líka lítið ella nógv um Shell, sum onnur, ið ikki starvast har og tí havi eg óivað nógv at seta meg inn í tað fyrstu tíðina, so tit skulu ikki vænta eina revolutión fyrsta dagin. Men, ja, tað koma at henda broytingar og eitt av teimum málum, sum vit hava sett okkum er at gera Shell meira sjónligt í samfelagnum, sigur Hans Petur Clementsen at enda.