Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Snørisvirkið lagt handilin um

Oliver Joensen

Eftir at Snørisvirkið varð selt, løgdu nýggju eigararnir handilin um til eisini at selja ymiskar búnyttur, men nú er broytt.

Trýnir tú ídag inn í sjóvinnuhandilin hjá Snørisvirkinum, so sæst beinanvegin, at her er ein handil, ið rættuliga leggur seg eftir fiskivinnuni og arbeiðismarknaðinum sum heild.
Her finnast nú alskyns sjóklæðir og arbeiðisklæðir, eins og skógvar til arbeiðsbrúk í øllum møguligum sniðjum eru at síggja. Eisini trygdarskógvar og styvlar.
Men børnini eru ikki gloymd. Á Snørisvirkinum fæst hópur av yvirklæðum til børn, so sum draktir, jakkar, buksur og eisini styvlar og annað til uttandurðanýtslu.

Fiskiamboð
Men sjálvandi, einki Snørisvirki uttan fiskivinnu. Ein partur av handlinum selur eisini útgerð til størri og minni bátar. Her er hópur av amboðum og sjálvandi eisini fiskireiðskaður, fiskireiðskapur bæði til frítíðarfiskaran og til professionella fiskimannin.
Sigast má, at nú handilin hevur latið uppaftur eftir umleggingina er hetta absolutt ein handil sum verdur er at vitja.