Týskvøldið var 1. kvinnulið hjá Stjørnuni í Havn og leikti móti Kyndli.
Kyndil var stórfavorittur undan dystinum, serliga eftir at tær seinasta vikuskiftið vunnu á meistarunum úr VÍF. Dysturin týskvøldið var javnur og spennandi, men endin var at Stjørnan dróg longra stráðið og vann við einum máli.
Við einum sonnum liðavriki og vilja til at stríðast fyri hvørjum bólti, eydnaðist tað Stjørnukvinnunum at vinna á Kyndli. Tað var meira tempo yvir spælinum hjá Stjørnuni enn í undanfarnu dystum, og ein orsøk til tað var, at Rannvá, sum annars hevur verið eykamálverji, í hesum dystinum leikti sum útileikari, og var hon við til at seta meira ferð á uppspælið hjá Stjørnuni, og hevði tað við sær, at Stjørnan fekk fleiri mál uppá skjótálop.
Hóast Kyndil hevði munin allan fyrra hálvleik, so var munurin ongantíð størri enn trý mál, og tá farið varð til hálvleiks, var støðan 11-10 til Kyndil.
Gongdin var tann sama størsta partin av seinna hálvleiki, har Kyndil hevði leiðsluna, men Stjørnukvinnurnar vildu ikki gevast, tær høvdu trúnna uppá, at tað var møguligt at vinna dystin, og tá knappir 10 min. vóru eftir at leika, gjørdu tær eitt rættiligt lop, frá at vera aftanfyri 20-23 skoraðu tær 5 mál á rað, samstundis sum tað ikki eydnaðist Kyndli at skora, og so hevði Stjørnan bráddliga eina leiðslu uppá 2 mál. Tað eydnaðist tó Kyndli at javna til 25-25, og rættiligur spenningur var í dystinum. Eitt mál kom afturat í dystinum, og var tað Stjørnan, sum fekk tað, og vann harvið dystin.
Sum nevnt, so var meira ferð yvir spælinum hjá Stjørnuni enn í undanfarnum dystum, eisini gekk spælið sum heild betur, enn tað hevur gjørt. M.a. var samanspælið millum Danielu og strikuspælaran Unu sera gott, og gjørdi Una 6 mál, úrtøkan hjá Danielu var tann sama, 6 mál.
Natasja hevði rættiliga innstillað kanónina og gjørdist toppskjútti við 9 málum. eisini ungu leikararnir 15 ára gamla Maria við Neyst og 17 ára gamla Davina Sundskarð komu væl frá dystinum.
Komandi vikuskiftið hava Stjørnukvinnurnar frí.




