Væntandi verða tað Ólavur Simonsen, Rani Nolsøe, Finnbjørn Vang og Tummas Martin Anthoniussen, sum manna 1. lið hjá Klaksvíkar Talvfelag ímóti Tofta Talvfelag, ið vitjar í Skákinum í morgin, leygardagin.
Í morgin verður lagt til brots í føroysku talvkappingunum, og verður fyrsti dysturin hjá 1. liði hjá Klaksvíkar Talvfelag (KTF) hesa ferð ímóti Tofta Talvfelag (TT).
2 umfør telvast næsta vikuskifti.
Eins og í fjør er kappingin í 1. deild skipað við einum rímiliga drúgvum steðgi áðrenn og eftir ársskiftið.
Tó er tann broyting í ár, at telvararnir í tveimum av vikuskiftunum, tá telvað verður, skulu telva 2 dystir, tvs. bæði leygardag og sunnudag.
Hetta ger seg galdandi longu næsta vikuskiftið, tá KTF fyrst leygardagin tekur ímóti Talvfelagnum Streymi (TFS) og síðani dagin eftir (sunnudagin) skal til Kollafjarðar at møta talvfelagnum har, sum eitur Kollafjarðar Talvfelag (KT).
Fjórði dysturin hjá KTF, sum er tann seinasti áðrenn jóla- og nýggjárssteðgin í kappingini, verður sunnudagin tann 1. desember, tá Havnar Telvingarfelag (HT) kemur á vitjan í Skákinum.
Eftir hetta verður steðgur í kappingini til 19. januar, tá lagt verður til brots aftur.
Kappingin endar leygardagin 22. februar næsta ár.




