Myndin er tikin í 1936.
Heri Ellingsgaard hevur sent okkum hesa viðmerking: Ein feilur hevur snýkt seg inn í tekstin. Tað er Edda, ið stendur undir liðini á Jógvan bónda, meðan smádrongurin Karl Steensen stendur frammanfyri! Annars varð mest tosað um hundin á myndini (Heri hevði vitjað niðri í Vági). Hann kallaðist snapp og var komin úr Havn. Tey mettu, at um Edda var eini 8 ár á myndini, so er myndin kanska frá 1932. Edda varð føddur í 1924. Um hundurin er uml. eitt ár á myndini, so hevur hann verið eini 10 ár, tá hann doyði 26. oktober 1941, beint áðrenn kirkjutíð. Tá fullu bumburnar niðri í Vági, 4 tilsamans. Hundurin var einasti, ið lat lív! Hann var funnin á leið har sum handilin hjá Sørin er ídag. Palli í Vági og hundurin stóðu á leið har sum plássið nú eer, omanfyri Innistovu (Tryggingina) tá bumburnar fullu. Søgan sigur eisini at túturin á kaskettini hjá Palla reyk av, annars hendi einki, sigur Heri at enda um myndina, sum Sámal Christiansen eigur.
Sámal hevur annars eisni gjørt okkum varðugar við mistakið.
Gamli maðurin er Jógvan bóndi í Innistovu í Vági. Maðurin sum stendur uttast til høgru er Jens Pauli Joensen (Boy). Konan uttast til vinstru er Hanna Steensen og smádrongurin framman fyri hana er Alfred Steensen. Smádrongurin undir liðini á Jógvan bónda er Jóvan Klakkstein (Edda). Smádrongurin sum stendur fremst erKarl Steensen. Teir baðir dreingirnir við keppi eru Harry Joensen og Hákun Joensen. Myndin er tikin framman fyri torvhúsið hjá Jógvan bónda sum er uppi á Hálsi. Myndina eigur Samal Christiansen sum hevur arvað hana frá ommu síni Barbaru sum í sínum ungu døgum tænti í Innistovu í Vági. Hundurin á myndini eitur Snap.




