Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið á internetinum

Oliver Joensen

"Aldrig i Historien har man hørt Tale om et saa grusomt og infernalt Menneskeslagteri, som den nuværende Verdenskrig har ført med sig. Millioner af unge Mænd og Familiefædre bliver kommanderet ud i Felten under Masken at "forsvare Fædrelandet", kun med Formaalet: Ødelægge.

Soleiðis skrivar Símun Petur Zachariassen, blaðstjóri á Norðlýsinum á fyrstu síðu á fyrsta Norðlýsinum, sum kom út  fríggjadagin 16. apríl 1915.
Sagt verður at tíðir broytast og á tekniska økinum kunnu vit so sanniliga taka undir við hesum. Tá blaðið á fyrsta sinni sá dagsins ljós vóru umstøðurnar ikki góðar hvat prenti viðvíkti. So vítt vit vita um fyrstu tíðina, so høvdu menn her í býnum við Eliesar í Pállstovu á odda útvega sær ein prentform og blýggjstavir at seta blaðið upp við. Ongin prentmaskina var, men ístaðin var ein tunna nýtt sum prentmaskina. Tvær síðir vóru settar upp í rammuna, sum síðani varð løgd á gólvið, sverta koyrd á stavirnar, síðani var eitt pappír lagt omanyvir og fyri at trýsta pappírið niður móti stavunum, varð tunnan rullað eftir pappírinum. So var pappírið tikið av og tað næsta lagt omanyvir.
Metast kann bert um hvussu nógv arbeiði og hvussu nógv tíð gekk til hetta. Men hetta hevur ikki verið løtuverk.
Nú, skjótt 90 ár seinni, kunnu lesarar okkara fara inn á internetið at lesa blaðið, ið als ikki er prenta. Onki pappír, ongin sverta, ongin falsing og so áfram.
Vit á blaðnum hava ásanna, at um blaðnum skal vera lív lagað, so er umráðandi at eisini Norðlýsið fylgir við tíðini og er hendan fyrsta netútgáva okkara vónandi tann fyrsta av fleiri.

At standa saman
Norðoyingar hava, líka síðani blaðið av fyrstan tíð kom út, staðið sera væl saman um blaðið, og hetta er ikki minni umráðandi ídag.
Tó, tað setir eisini krøv til blaðið, tí um vit á blaðnum ikki fylgja við tíðini, so man tað fara at vera so sum so við góðviljanum frá fólki. Tí hava vit valt nú eisini at koma út á internetið.
Vit hava mangan tosað um at givið prentaða blaðið út fleiri ferðir um vikuna. Men hetta hava vit ikki hildið verið ráðiligt, mest orsakað av at haldaragrundarlagið hjá einum lokalblað er avmarkað og eisini av teirri sannroynd, at blaðið fyri størsta partin livir av lokalu lýsarunum.
Við hesum nýggja miðlinum, hava vit tó møguleikan betur at røkka norðoyingum aðrastaðni, eins og fólkið her framyvir fer at fáa møguleikan at frætta nýtt í Norðlýsinum hvønn dag.
Fyrstu tíðina fara vit at geva øllum høvi at vitja Norðlýsið á internetinum ókeypis. Men seinni fara vit at seta eitt haldaragjald á internetblaðið.
Tað er okkara vón at fólk fara at taka væl undir við nýggja miðlinum og ikki minst vóna vit at frætta frá lesarunum um hvat tit halda og meina. Haldið tykkum ikki aftur við at skriva til okkara.

Mangt broytist
Fyri at koma aftur til byrjanina, so varð sagt, at vit kunnu taka undir við, at stórar broytingar eru farnar fram á tekniska økinum. Men hvussu við øðrum økjum. Les undiryvirskrivtina umaftur og met um broytingarnar á tí økinum hesi útivið 90 árini!

Oliver

Harleywoodpaint