Tað er nú umleið 10 dagar síðani at Akraberg kom inn í norska býin Kirkenes í Noregi við brotnum motori.
Høgni Hansen, skipari á Akraberg sigur, at tað kom sera illa við hjá teimum, at motorurin gekk fyri júst nú, tí fiskiskapurin hevur verið sera góður har eysturi í russiskum sjógvi nú.
Tá vit høvdu roynt í 11 dagar, høvdu vit um 130 tons inni. Men tá brotnaði motorurin og vit hava nú ligið í Kirkenes í norðurnoregi, tætt við russiska markið.
Vit hava ligið her í 10 dagar. Blokkurin á motorinum er skrædnaður og nú verður roynt um til ber at byggja hann uppaftur.
Kirkenes er væl fyri hvat skipasmíði viðvíkur. Nýggi Skálaberg er júst komin higar til at vera endaliga monteraður og hann skal inn í eina høll, har pláss helst er fyri eini trimum slíkum trolarum afturat.
Men sum vit skilja á monnunum sum arbeiða við at umvæla motorin, so kunnu teir ikki garanterað, at umvælingin fer at halda. Teir vera liðnir við umvælingararbeiðið mánadagin ella týsdagin í komandi viku, og tá fáa vit at síggja hvussu leikur fer.
Eydnast umvælingin, so verður boð send eftir manningini at koma yvir og tá verður knýpi at vit sleppa heim til jóla, helst ikki. Men vit eru við gott mót og hava tað gott. Hesi seinastu trý árini hava vit verið heima á jólum, so vit fara helst at klára eini jól burtur og kanska fara vit at fáa jólapakkar, hvør veit, leggur Høgni Hansen, skipari á Akraborg skemtandi afturat.
So skjótt Akraberg var komin á Kirkenes og konstaterað var at tað fór at taka nakað av tíð at umvæla motorin, varð manningin send heim. Eftir umborð eru fimm mans, Høgni Hansen, skipari, stýrimaðurin, meistarin, 2. meistari og so kokkurin. Høgni bað okkum heilsa heima og legði afturat at kokkurin er góður, vit fáa enskan búff í kvøld.
Tað var týsdagin í vikuni, vit tosaðu við Høgna Hansen, skipara á Akraberg.




