Aftur í ár seta klaksvíkingar sín dám á árligu FM-kappingina fyri útisetar í Danmark, sum Terji Petersen í fjør vann, meðan tveir aðrir við KG á bógnum Heini Olsen og Finnbjørn Vang fingu ávíkavist silvur og bronsu.
Aftur í ár er Terji upp á spæl. Hann hevur vunnið sær sæti í aðrari hálvfinaluni, har hann skal møta skopuninginum John Arna Nilssen.
Hin klaksvíkingurin í hálvfinaluni í ár er Eyðun Nolsøe, sum í sínum hálvfinaludysti skal møta skyldmanninum Carl Eli Nolsøe Samuelsen.
Vit frætta helst meira um hetta seinni.




