Mjølnir setti veruliga sín dám á FK-kappingina, sum var í nýggju høllini í Hoyvík seinasta vikuskiftið, tí umframt at vinna kappingina, so átti Mjølnir ikki færri enn 3 av teimum 8 liðunum, sum komu víðari til endaspælið.
Tað sær út til, at Flogbóltsfelagið Mjølnir hevur eina bjarta framtíð, í øllum førum á kvinnusíðuni, um ein tekur støði í seinastu kappingini fyri gentur 14 ár, sum var í Hoyvík síðsta leygardag.
Øll 3 liðini hjá
Mjølni víðari.
Í aldursbólkinum, sum verður nevndur gentur 14 ár, luttaka gentur, sum eru 13 og 14 ára gamlar.
Í hesi kappingini luttóku íalt 15 lið, harav Mjølnir átti tey 3.
Kappingin varð skipað í 4 innleiðandi bólkar, har 2 tey bestu í hvørjum bólki komu víðari til fjórðingsfinalurnar.
Her hendi tað positiva fyri Mjølnir, at øll liðini hjá felagnum megnaðu at koma víðari.
Javnast millum
Mjølnir A og B.
Tíverri fyri Mjølnir fall lutakastið soleiðis, at tað júst gjørdust Mjølnir A og B, sum møttust í einum av fjórðingsfinalunum.
Ikki óvæntað var tað A-liðið, sum vann dystin og kom víðari í aðra hálvfinaluna, men so skal eisini sigast, at javnasti dysturin hjá A-liðnum, sum seinni vann kappingina, var ímóti B-liðnum hjá Mjølni.
At dysturin millum tvey av Mjølnir-liðunum var so javnur, sigur nakað um, at felagið í hesum aldursbólkinum av gentum hevur eina rímiliga breidd av góðum leikarum.
SÍ, sum gjørdist nr. 3 í kappingini, var mótstøðuliðið hjá Mjølni í hálvfinaluni, og finaludystin vann Mjølnir á TB.




