Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað gongur rættan veg hjá Stjørnuni í løtuni: Stjørnan fleiri leikarar tøkar

Oliver Joensen

Samanborið við ófrættatíðindini fyrr í heyst, tá tað nærkaðist kappingarbyrjan, so er støðan hjá besta kvinnuliðnum í Stjørnuni hugaligari, nú tað so smátt legst afturat í hópinum.

Talið av leikarum heldur økist enn minkar, og eftirhondini er breiddin til at liva við.
Í málinum stendur ein av bestu kvinnuligu málmonnunum í føroysku kappingini, Agné Masenaite, sum í onkrum dystum hevur gjørt avgerandi mun – ikki minst í byrjanini, tá nógv stóð á.
Vinstri vongur verður aloftast mannaður av teimum báðum ungu leikarunum, Davinu Sundsskarð og Mariu við Neyst, ið mugu metast sum tvey av stjørnuskotunum á liðnum í ár.
Á høgra vongi hevur higartil leikt Rannvá Andreasen og Súsanna Hansen, men sunnudagin fingu tær hjálp frá Báru, sum tó eisini kann spæla mitt fyri og eisini kann fara út í vinstra vong at leika.
Vinstra bakkin mannaðu Gunnvør Isaksen, Irdi Mikkelsen og Jastrid Gullaksen upp á skift, meðan Natasha aloftast var á høgra bakkinum.
Spælskipari var enn sum áður leikandi venjarin Danijela, meðan Una Olsen sum vant stríddist á strikuni. Eykaleikari á strikuni er Annika Rasmussen, sum er ein av teimum heilt ungu í hópinum.

Skifta ofta um
pláss á liðnum.
Eitt, sum higartil hevur verið nokkso eyðkent fyri Stjørnuna, er at summir av leikarunum tíðum skifta um pláss – tær rotera, sum tað eitur á fremmandum máli.
Hesi skifti, sum verða gjørd undir dystinum, kunnu bæði vera ein fyrimunur og ein vansi fyri liðið. Ein fyrimunur, tí mótstøðuliðið harvið fær trupult við at lesa av og byrgja upp fyri spælinum hjá Stjørnuni. Hinvegin kann tað vera ein vansi fyri liðið sjálvt, t.d. um tað brýtur eina góða rútmu í spælinum hjá liðnum.

Bára er nú
afturkomin.
Vit nevndu her í blaðnum fyrr í heyst, at Bára fór at koma heimaftur av flatlondum at leika við Stjørnuni, tá tað leið móti jólum, og nú er hon komin, Bára Skaale Klakkstein!
Og tað merkist, tí Bára er ein av teimum leikarunum, sum hevur verið við á besta liðnum í nøkur ár og tí hevur royndir, sum kunnu hava stóran týdning – ikki minst, tá nógv stendur á.
Bára, sum hevur spælt við Stjørnuni heilt frá barni av, spældi sunnudagin á sínum vanda plássi sum høgri vongur, har skjótleiki er ein av hennara vørumerkjum. Hon hevur tí eisini týdning fyri skjótálopini hjá Stjøruni.
Hesa ferð bleiv tað til 3 mál í hennara lut í hesum stórsigrinum á Tjaldrinum.

Irdi er ein
framtíðarleikari.
Tað legst til við leikarum á besta liðnum í løtuni, tí næstan samstundis sum Bára kom ein av yngru leikarunum hjá Stjørnuni eisini við í besta hópin.
Talan er um 18 ára gomlu Irdi Mikkelsen, ið verður mett sum sera evnarík.
Irdi, sum sunnudagin skiftist við Gunnvør og Jastrid á høgra bakki, hevur góða styrki og stødd, sum geva henni fortreytir fyri at gerast ein góður hondbóltsleikari, so hvørt sum hon vinnur sær royndir.
Ímóti Tjaldrinum bleiv tað til 2 mál hjá henni, harav tað eina var eitt gott lopskot, sum sat í meskunum.