Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Barnamøtir í Betesda

Oliver Joensen

Nú fáa børnini her norðuri eitt afturat at gleða seg til. Eftir ætlan byrja barnamøtir í Betesda hósdagin 12. des kl. 17:00. Seinastu árini hava verið regluligar møtirøðir fyri børn í Betesda, har nógv hevur verið á skránni. Nýtt tilfar er á skránni, men leisturin er nakað hin sami sum undanfarin ár. Nógv hevur verið gjørt burtur úr kulissum undanfarnu árini, og so verður eisini í ár. Higartil hava møtini verið hildin í salinum í neðra, men tað hevur verið nakað trongligt, so í ár vera møtini í erva. Børnini fara at hoyra søgur, síggja leikir, kappast, fáa klovnavitjan,  hitta gamlar dukkuvinir, og hvør veit, um ikki onkur nýggjur eisini kemur á vitjan? Eins og undanfarin ár, vera ta lokalar kreftir, ið skipa fyri møtunum. Tey vera hósdag, fríggjadag og leygardag kl. 17:00, sunnudagin kl 12:30, og tiltakið endar við einum familjumøti sunnukvøldið kl 18:00.
Tey lata heilsa og siga, at øll eru hjartaliga vælkomin.