Tað verður ofta sagt, at allir føroyingar eiga høvuðsstað okkara, Tórshavn, og soleiðis er tað: vit eiga øll Havnina.
Men her hongur ikki alt saman, sum tað skal, tí nú tykist ein lokalur havnamyndugleiki at gera seg inn á tey fornminni, sum har eru.
Eftir øllum at døma dominerar havnanevndin í Tórshavn yvir øllum á havnaøkinum har suðuri, meðan tað fólkavalda býráðið bert verður spurt eftir, tá tað mesta er farið í gongd, og tað er vorðið "ov seint" at gera nakað, sum ein skeptiskur býráðslimur har suðuri tók til mánakvøldið í Degi og Viku.
Men er tað í grundini nóg mikið, at eitt lokalt býráð fær slík mál til viðgerðar? – eru ógvisligheitirnar har suðuri ikki um at gerast so umfatandi, at landsmyndugleikin átti at verðið eftirspurdur??
Hvat sigur til dømis fornminnamyndugleikarnir og avvarðandi landsstýrismaðurin til, at eitt av heimsins elstu tingstøðum, Tinganes, skjótt fer at líkjast eini "garagu" hjá nýggja Smyrli og Norrønu komandi ár, so tætt sum hesi stóru skipini fara at liggja upp at nesinum??
Og at Skansin verður alt meira innigirdur – hvat siga myndugleikarnir til tað? – snýr alt seg um pengar til havnarmenn, ella hvussu? – eru ikki onnur virði, sum land og fólk okkara eigur at verja og varðveita??
Stendur tað í grundlógini, at ALT skal til Havnar, sum gevur pengar? Hví ikki gera, sum skilagóði býráðslimurin í Havn skeyt upp, og lata hesi skipini fara til Vestmanna ella onkra aðrastaðni, har umstøður eru til tað uttan at gera seg inn á siðsøgulig virði, meðan havnamenn sláa kalt vatn í blóðið og hugsa seg um?
Eftir okkara hugsan er tað langt úti, at ein lokalur havnamyndugleiki nú ger seg inn á Tinganes á henda hátt, sum gjørt verður við nýggju atløgubryggjuni har suðuri, sum fer at skugga yvir okkara aldargamla og søguliga tingstað, har Føroya Løgmaður hevur sæti saman við varaløgmanni.
Og so hoyrist, at Tórshavnar Havn enntá fær stuðul frá landinum til hesa útbyggingina!




