Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dan Mikkelsen formaður, Svimjifelagið Ægir: Framtíðin er ljós hjá Ægi í løtuni

Oliver Joensen

– Í løtuni haldi eg, at framtíðin er so ljós, sum hon kann vera, sigur Dan Mikkelsen, sum er sera fegin um, at tað er eydnast teimum í Ægi at fáa Jákup Johansen sum nýggjan høvuðsvenjara.

Nú tað stundar til enn eitt ársskifti, hevði Norðlýsið í vikuni eitt stutt prát við formannin í Svimjifelagnum Ægi, sum eitur Dan Mikkelsen.
Dan, sum er uppvaksin suðuri í Vági, hevur sjálvur eina fortíð sum aktivur kappilngarsvimjari, og hesa seinastu tíðina, nú Ægir hevur havt sera fáar svimjarar í fremsta liðnum, hevur formaðurin heldur ikki verið bangin fyri at tikið nakrar longdir, tá manning hevur mangla til onkra staffetina. Hetta sóu vit dømi um fyri stuttum.

Jákup byrjar í
januar/februar.
Vónandi sleppur formaðurin tó nakað skjótt undan sjálvur at luttaka í kappingum fyri fremsta liðið hjá Ægi, tí í næstum tekur nýggjur høvuðsvenjari við starvi hjá Ægi. Hetta er sum kunnugt Jákup Johansen, sum fyrr hevur vant Ægir.
– Væntandi byrjar Jákup í venjarastarvinum í januar ella fyrst í februar. Hann hevur eini tvey arbeiði at gera liðug í Havn, so kemur hann, sigur ein fegin formaður.

Elin og tey gera
eitt gott arbeiði
Dan greiðir frá, at felagið hevði eina heldur tunga byrjan, eftir at svimjihøllin lat uppaftur fyrr í ár.
– Vit høvdu eina tunga byrjan, so at siga í leysari luft, tí vit høvdu ongan venjara til teir bestu svimjararnar.
– Tað kom tí sera væl við, at fleiri ung – bæði hiðani og úr øðrum svimjifeløgum, sum ganga í skúla her – bjóðaðu seg fram sum venjarar.
– Eisini kom tað sera væl við, at Elin Matras beyð sær til at hjálpa okkum. Tað bjargaði okkum, so vit fingu byrja við teimum fremstu svimjarunu.
– Hon legði tó alla tíðina dent á, at hon ikki vildi vera høvuðsvenjari, og at vit skuldu halda fram at leita eftir venjara, meðan hon var við til at starta tað upp.
– Tí var tað so lætt hjá okkum at seta Jákup nú.

Fáir svimjarar
í fremstu røð.
Seinastu tíðina hevur Ægir verið merkt av, at ov fáir svimjarar hava verið á tí fremsta liðnum, og hetta ásannar formaðurin eisini.
– Eg rokni við, at nýggi venjarin fer at broyta bólkingina av svimjarunum nakað fyri at fáa fleiri upp á fremsta liðið við tí fyri eyga at gera teir betur.
– Her skal eg sjálvandi vera varin við at siga ov nógv, tí hetta verður heilt og fult upp til venjaran at gera av, men greitt er, at vit sum er hava ov fáar svimjarar í fremstu røð, so ivaleyst hendir okkurt á tí økinum, metir formaðurin.

Onkur byrjar
kanska aftur.
Dan Mikkelsen upplýsir, at svimjarar ætla at seta fulla ferð á, nú tey vita, at Jákup kemur.
– Fleiri av svimjarunum kenna væl Jákup og hann teir, tí hann hevur sum nevnt fyrr verið venjari, tá hann millum annað hevði onkrar av teimum, sum framvegis svimja, undir hond.
– Kanska onkur byrjar aftur, so hetta kemur væl við hjá okkum.

Ægir var einki
uttan stuðlarnar.
Tá vit fregnast, hvussu Ægir fíggjar sínar venjarar og nú kann seta nýggjan høvuðsvenjara í starv, vísir formaðurin í Ægi á dyggu stuðlarnar hjá felagnum.
– Tað er Norðoya Sparikassi, sum er høvuðsstuðulin hjá Ægi, ið saman við JFK-Trol og øðrum góðum stuðlum ger hetta møguligt hjá okkum, bæði at seta Jákup Johansen og øll hini, sum hjálpa til í Ægi.
– Uttan henda stuðul hevði felagið ikki virkað, so einfalt er tað, sigur Dan Mikkelsen formaður í Svimjifelagnum Ægi, sum í løtuni er bjartskygdur.
– Framtíðin er so ljós, sum hon kann vera í løtuni.