Eftir stórtapið móti VÍF seinasta vikuskiftið, har Stjørnan mátti spæla uttan Danijelu Ercovic, kann av røttum sigast, at Danijela kom og sigraði, tá 1. kvinnuliðini hjá Stjørnuni og VB hittust í KÍ-høllini sunnudagin.
Tað kom sera illa við hjá Stjørnuni, at Danijela fyri góðari viku síðani bráddliga mátti fara heim til Jugoslavia, og óvist var, nær hon kundi verða viðaftur. Men tíbetur lagaði tað seg soleiðis, at hon kundi verða viðaftur longu til heimadystin móti oddaliðnum VB.
VB var undan kappingini í nærum somu støðu sum Stjørnan hvat leikaratilfari viðvíkur, og ivasamt var, um tey kunnu manna liðið. Eins og Stjørnan fór VB útum landoddarnar at leita eftir styrki. Tað eydnaðist teimum at fáa handur á trimum útlendskum leikarum, sum hava víst seg at vera rættiliga góðir, og hevur tað higartil gingið VB-kvinnunum nógv betur, enn nakar hevði roknað við, og liðið liggur í løtuni á odda í kappingini.
Tað var eitt sera uppsett Stjørnulið við leikandi venjaranum Danijelu Ercevic á odda, sum kom á vøllin í KÍ-høllini sunnudagin, tær vildu vísa trúgvu viðhaldsfólkum sínum, at vánaliga úrslitið í Vestmanna ikki skuldi endurtaka seg.
VB hevur við Daiva Tuomoité ein sera góðan langskjútta, og eftir at hon fyrstu minuttirnar hevði skora tvey mál, fór Stjørnan at mannsverja hana, og valdi samstundis at skuggadekka hin stórskjúttan hjá VB Reda Kurkauskiene. Hetta trekkið hjá Stjørnuni skuldi vísa seg at rigga væl, tí VB hevði eftir hetta, ógvuliga trupult við at fáa spælið at koyra, og spæla seg ígjøgnum væl skipaðu Stjørnuverjuna. Annars gekk tað javnt á allan fyrra hálvleik, tó hevði VB munin. Í hálvleikinum var støðan 13-12 til VB.
Agné vendi
dystinum
Gongdin var stórt sæð tann sama at byrja við í seinna hálvleiki, har VB hevði leiðsluna, og tá Stjørnan bæði í 8. og 9. minutti fekk leikara útvístan, sá onki út hjá heimaliðnum. Men tá var tað, at málverjin hjá Stjørnuni Agné, sum ikki hevði fingið fatur á so nógvum í fyrra hálvleiki, vísti seg frá sínu bestu síðu, m.a. tók hon tvey brotskøst, meðan Stjørnan hevði tveir leikarar útvístar, og hetta gav Stjørnuleikarunum rættiliga trúnna uppá, at tað kundi lata seg gera at vinna, meðan VB-leikararnir harafturímóti sýntust alsamt meira ráðaleysir.
Stjørnuleikararnir stríddust allir sum ein manniliga fyri hvørjum bólti, og um miðjan hálvleikin javnaðu tær til 17-17, og við trimum skjótum málum beint eftir hetta fingu tær eina leiðslu uppá 20-17. VB royndi at svara aftur, og fekk minka um munin til eitt mál, men nærri komu tær ikki, og endaliga úrslitið varð, at Stjørnan vann 24-21.
Hóast dysturin var nakað rótutur og til tíðir harligur, so var spenningur í alla tíðina, og samanumtikið varð tað fult uppiborið, at heimaliðið vann.
Eftir sigurin á VB hevur Stjørnan 11 stig, og liggur á triðja plássi. VB er enn oddalið við 16 stigum, meðan VÍF á øðrum plássi hevur 14 stig.
Málini hjá Stjørnuni skutu: Danijela 11(2), Natasha 6, Bára 3, Davina 2, Una 2 og Jastrid 1.




