Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Róðrarsambandið økir um kappróðrarnar: Sjey FM-róðrar næsta ár

Oliver Joensen

Enn er ikki gjørt av, hvar hann skal verða, men Róðrarsamband Føroya hevur gjørt av at økja talið av FM-róðrum næsta ár við einum, úr 6 upp í 7 – ikki óvæntað eru meiningarnar ymiskar um tað.

Tað hava í fleiri ár verið 6 FM-róðrar, sum hava talt við í føroyameistarakappingini, men hetta er nú broytt.
Sambært heimasíðuni hjá Kl. Róðrarfelag ( www.krf.fo ) hevur róðrarsambandið samtykt at leggja ein FM-róður afturat, sum væntandi skal rógvast tann 14. juni, tvs. 14 dagar aftaná Norðoyastevnunróðurin, sum næsta ár verður 31. mai.
Frá róðrarsambandinum verður tó einki sagt um, hvar hesin nýggi FM-róðurin verður – tað er ikki avgjørt enn, skilst.
Teir føstu 6
FM-róðrarnir
í komandi ári verða annars hesar dagarnar:

Norðoyastevna: 31. mai
Sundalagsstevna í Kollafirði: 21. juni
Jóansøka á Tvøroyri: 28. juni
Varmakelda: 5. juli
Vestanstevna í Sandavági: 12. juli
Ólavsøka: 28. juli
Afturat hesum kemur so tann samtykti sjeyndi FM-róðurin, sum helst verður tann 14. juni.

Meiningarnar
eru ymiskar.
Sum so mangan, tá broytingar skulu gerast, eru meiningarnar ymiskar um hesa samtyktu broytingina – ikki minst um hvar nýggi FM-róðurin eigur at avgreiðast.
Argumentini fyri hesi økingini eru til dømis, at ein sleppur at kappast oftari, og tað er altíð spennandi, at tað er meira motiverandi at rógva, at tað verða fleiri stig at kappast um, og at gevur enn ein møguleika at taka hinar manningarnar.
Hinvegin vísa rógvarar eisini á vansar við broytingini, tí hetta gevur meiri ferðing, minni tíð til venjing í vikuskiftinum, minni tíð at rætta feilir umborð og meira stress.
Onkur av viðmerkjarunum heldur, at tað verður ov nógv av tí góða at skula rógva á 7 stevnum í tær 9 vikurnar, sum eru ímillum tað fyrstu, Norðoyastevnu, og tað seinastu, Ólavsøku. Her eru onnur ósamd og vísa á, at tað júst er á stevnunum, at ein fær nyttu av øllum sínum mongu venjingartímum.
 

Blivið meira
professionelt.
Fleiri ítróttafólk, sum hava roynt ymiskar ítróttagreinar, hava fyrr sagt, at kappróðurin er tann harðasta av øllum, sum tey hava roynt. Neyvan man nakar mótmæla hesum.
Harafturat hava vit tey seinastu kappróðrarárini lagt merki til, at manningarnar eru blivnar alt meira professionellar í sínum venjingum.
Róðrarmaskinur og væl skipaðar venjingar frá tíðliga á árinum krevja nógv av rógvarunum, sum afturfyri eisini eru blivnir alt sterkari í hesi hørðu kappingini.
At ein stevna við FM-kappróðri nú kemur afturat er ivaleyst partur av hesi gongd – spennandi verður at fylgja teimum í komandi ári.