Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Minniligasta føroyska fótbóltsløtan í 2002: Tá Hjalgrím rakti á stongina í Hannover

John William Joensen

Tá Hjalgrím Elttør sendi bóltin fram við Oliver Kahn, hildu nakrar milliónir týskarar og túsundtals føroyingar ondini framman fyri sjónvarpinum … áðrenn bólturin rakti á stongina, og Týskland varð spart fyri fullkomnari eyðmýking.


Serliga ta einu løtuna í 2002 hildu flestu føroyingar ondini í spenningi. Høvuðsleiklutin ta løtuna átti maðurin, sum henda grein snýr seg um.
Tað var nú heldur eingin vanlig løta, tí tann dagin stóðu okkara bestu 11 fótbóltsleikarar yvir fyri teimum 11 bestu hjá fótbóltsrisanum og varaheimsmeistaranum Týskalandi.
Dysturin var á mangan hátt søguligur og serstakur, og aftaná kunnu vit staðfesta, at okkara menn væl og virðiliga gjørdu sína skyldu í hesum stórdysti, sum týskurin vann ógvuliga tepurt 2-1.
Umframt Jákup Mikkelsen, sum stóð ein branddyst í føroyska málinum, var tað serliga ein føroyskur leikari, sum kom í fokus í hesum dysti …
 
Soleiðis minnast
fleiri hasa løtuna:
 
Ikki rangstaddur …
Nakrir fáir minuttir resta av dystinum, og støðan er ein tepur 2-1 leiðsla til Týsklands, tá Jákup Mikkelsen sendir bóltin langa leið úr føroyska brotsteiginum fram á týsku leikhálvuna. John Petersen er hægstur á bóltinum, sum hann skallar víðari fram til føroyska álopið, har Hjalgrím Elttør skilagott heldur seg røttu megin rangstøðulinjuna, til skála-maðurin hevur sett myrka krúllin á bóltin …
 
Kvikur sum fáur …
Tá er Hjalgrím sum eitt fok avstað, og vit fáa eitt dømi um, hvussu veruliga kvikur ungi klaksvíkingurin er, tí hann dregur frá professionella týska verjuleikaranum, sum skal ansa honum.
Hóast hann hevur fulla ferð, eydnast tað Hjalgrími at fáa bóltin undir kontroll, meðan verjuleikarin til fánýtis roynir at fáa hann aftur. Samstundis kemur týski málverjin, Oliver Kahn, sum kanska er heimsins besti málmaður, stórleypandi út ímóti honum … hvat er nú til ráða at taka, Hjalgrím …
 
Kaldur og neyvur …
Ein skuldi næstan trúð, at tað var ein dystur í innleiðandi bólkaspælinum í steypakappingini ímóti Skansanum ella onkrum líknandi felag, so tryggur tykist Hjalgrím vera, tá hann í góðari balansu setir innaru síðu av vinstra fóti undir týsku leðurkúluna …
 
Sum í grøvini …
Meðan bólturin fer fram við týska landsliðsmálmanninum við kós móti týska málinum, er púra kvirt á stadion, samstundis sum nakrar milliónir týskarar og túsundtals føroyingar halda ondini framman fyri sjónvarpinum …
  
Týskarar hepnir,
sum so mangan.
… men sum vit øll so væl minnast, so fullu marginalarnir, sum teir so mangan fyrr hava gjørt: til fyrimunar fyri Týsklands – bólturin rakti uttaru síðu av handara stólpanum, og nakrar milliónir áskoðarar sleptu luftini, sum tey høvdu hildið í spenningi.
 
Hann hevði verið
seldur við brestin …
Týskarar andaðu lættan aftur, meðan teir fegnaðust um at vera spardir fyri fullkomnari eyðmýking, meðan vit øll her heima iðraðu okkum saman við Hjalgrími, sum helt báðar hendur fyri andlitið niðri í Hannover … soleiðis skuldi tað bara ganga.
Eftir dystin hildu fleiri, at um hasin bólturin var farin í málið, so hevði Hjalgrím stutt eftir dystin verið seldur til okkurt útlendskt felag – ja, eingin veit.