Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur, steypakappingin: Mjølnir-kappingin verður um vikuskiftið

(
John Færø)

Eftir miseydnaðu Fleyr-kappingina í fjør heyst, har hvørki menninir ella kvinnurnar hjá Mjølni náddu finalunum í tí kappingini, hevur Mjølnir hetta vikuskiftið tann seinna møguleikan at kvalifisera seg til tær stóru steypafinalurnar, sum verða í vár.

Tað eru tvær kappingar, sum geva atgongd til steypafinalurnar í føroyskum flogbólti. Tann eina er Fleyr-kappingin, sum vanliga verður fyriskipað um heystið, og so Mjølnir-kappingin, sum hesaferð altso verður longu hetta fyrsta vikuskiftið í 2003.

Meistaradeildarliðini, sum vinna Mjølnir-kappingina, vinna sær samstundis atgongd til stóru steypafinalurnar seinni í vár, sum verða bæði útvarpaðar og sjónvarpaðar beinleiðis kring alt landið.
Kvinnurnar við í
øllum finalunum.


Síðani henda skipan varð sett í verk, hava kvinnurnar hjá Mjølni higartil verið við í øllum finalunum, sum tær bæði hava roynt at vunnið og tapt.
Tí er størsti spenningurin kanska viðvíkjandi kvinnunum, um tær aftur í ár fara at vinna sær pláss í finaluni – men treytin er, at tær vinna Mjølnir-kappingina hetta vikuskiftið, sum verður í KÍ-høllini.
TB og ÍF vunnu
Fleyr-kappingina.


Í Fleyr-kappingini vunnu kvinnurnar hjá TB og menninir hjá ÍF sæti í finaluni, so um hesi liðini vinna aftur í Mjølnir-kappingini, ræður um hjá Mjølni at gerast nr. 2, sum tá eisini kann geva atgongd til finaluna – møguliga eftir ein umdyst ímóti onkrum av hinum liðunum.
Í Fleyr-kappingini gjørdust ÍF-kvinnurnar nr. 2 í meistarabólkinum, meðan menninir hjá SÍ blivu næstbestir hjá monnunum.
Finalurnar
sunnudagin.


Finalurnar í meistarabólkinum í Mjølnir-kappingini verða sunnudagin – kvinnurnar klokkan 14 og menninir klokkan 16.