Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tunnilsørir papageykar

John William Joensen

Ilt er at finna útav, hvat ríður tykkum tunnilsøru papageykum! Men hvussu kunnu tit prógva, at Føroyar hava ráð til øll hesi tunnilsprojektir, har Føroyar teljast millum heimsins størstu skuldarreyvar og heimsins førandi gullkálvavalsarar, ið nakað mannaeygað hevur megna at skoða nakrantíð? – ( Tó, fátæki stætturin undantikin ).

 Føroyar rópa seg sjálvar eitt kristi land, men skriva stendur jú:» Lat aðrar rósa tær, og ikki tín egna munn, fremmandar, og ikki tínar egnu varrar! «  ( Orðt.  27 : 2 ). Men út frá tí skrivaða orðinum, so kann eg bert upplýsa, at hesar tunnilsætlanir tykkara eru av hægsta, Guðleysa stigi! – Undirsjóvartunnlar í hópatali. Millum Saltnes og Raktanga, Raktanga – Hvítanes? Kirkjubø ( Gomlu rætt ) – Skopun, Sandur – Skúgvoy – Sandvík.  Norðoyartunnilin + mangir aðrir yvirsjóvartunlar í umbúna. Prísur = umleið 30 milliardir kr. Ì hesum 30 milliardunum eru íroknað gjald til allar tunnilsnevndirnar ið skulu hava løn alla tíðina + gogar og frøðingar av ymiskum slagi, ið altíð fylgir við slíkum projektum, og hesir gogar og frøðingar krevja alt annað enn eina lága løn, neinei, feita løn + frítt at ferðast og frían bil v.m. + íbúð og alt, meðan byggingin fer fram + tann trygdarherdeildin ið skal upprættast í fall, at ólukkan hendir, og sløkkilið og bjargingarlið v.m. skulu verða klár døgnið runt við fullari løn + yvirtíð. Haraftrat skal ein nevnd setast at kanna, hvussu hettar kann lata seg gera og hvat felag ið skal lata slíkt av hondum + allar uttanlandaferðirnar hjá nevndarlimunum, sum ongantíð gjalda slíkar dýrar luksusreisur sjálvir. Aftrat øllum hesum kemur so viðlíkahaldið av øllum hurlivasanum, tá alt hettar er liðugt einaferð. Tað nyttar einki at stykkja út við einum prísi, ið er roknaður út uppá, at tað kostar so og so nógv fyri hvønn boraða metur, tí at ikki ein gang ½ av øllum kostnaðinum eru tikin við í slíkum útrokningum hjá tykkum.
Hvussu er so hesin prísur samanlíknaður við tí systeminum, sum longu nú virkar væl oyggjanna millum?  Brúgvin millum DK og Svøríki kostaði 14 -18 milliardir kr. + alt annað, sum ongantíð bleiv nevnt.
Omaná alt hettar verður lovaður skattalætti, sum bert er ein kamouflaga ið merkir, at skatturin verður settur upp, nakað sum er komið fram í ljós fyri langari tíð síðani. Og nakað annað er eisini vert at nevna, og tað er, at blokkstuðulin er minkaður við 366 mill. kr. pr. ár, so at nú er ein minka inntøka her hjá landinum uppá 366 x 2 = 732 mill. kr. fyri seinasta góða árið, og so leingi hendan upphæddin ikki verður erstatta onkursvegna, so leingi verður henda upphædd at rokna sum eitt minus á inntøkusíðuni fyri hvørt árið, ið fer framvið. Og fleiri minkingar verða av blokkinum, tó uttan at nakar erstatningur av áframhaldandi minkaða blokkinum verður innførdur sum ein mótvekt av hesum. Tað einasta sum kann mótviga niðurskurðin í blokkinum, er ein økt skattabyrða á meiniga mannin, og skatturin í Føroyum er ríkiliga høgur sum er, og at økja um skattabyrðuna enn meir ber við sær til endan, at fólk flytir av landinum og onnur fara at noyðast til at tjena sær svartar krónur sum mótvekt móti tungu skattabyrðini, ið so fer at tyngjast enn meir av hesum øru projektum. Og hvør skal so tá gjalda gildið?Samstundis eru útreiðslurnar fyri landið øktar munandi, so at bara her hava vit kanska eitt tap uppá 2 milliardir kr. leysliga mett. – Og skuldi nú ein eventuellur skattalætti komið omaná hettar skrædlið, hvussu sær nú økta inntøkutapið út so nú? + alt annað, sum ikki er tikið við her?
Tí at eg dugi gott nokk at síggja, at eitt samfelag, ið verður stuðlað uttan ífrá, lættari hevur við at gerast veikari øg møguliga fara á heysin til síðst, enn um tað ið staðin hevði sítt egna hjarta, ið kundi pumpa alt runt á rættan og sunnan hátt. Men her verður blóð drena frá likaminum, tó uttan at erstatta við nýggjum blóði til likamið, og tað er enn vandamiklari enn tað áðurnevnda.
 Her verður føroyska samfelagið drena fyri minst 2 milliardir kr., uttan at erstatningur verður førdur inn í staðin. Nevnt hevur tó verði, at politikkararnir innføra duldan skatt í samfelagið, hvar fólkið ikki dugir at fylgja við, hvussu hettar fer fram. Hettar er væl trúligt, og bert við at kortleggja hendan dulda, innførda skattin, so ber til at uppgera, um skattalætti ella skattahækking er tað veruliga, ið ávísir politikkarar hava lova fólkinum.
Og nógvur fiskur verður førdur av landinum ótilvirkaður, og gevur einamest arbeiði til útlendingar í útlandinum, so at eisini her er stór mist skattainntøka til landið, og mist er hon, tí at fongurin verður førdur til landið, tó uttan at viðgerast tað stóra í Føroyum, men fluttur til útlandið til ágóða einamest fyri útlandið, men minst ágóða fyri Føroya land.´´
Og nú skal byrða leggjast omaná byrðu á fólkið, tí at hesi øru tunnilsprojektini skulu halgast sum ein onnur indisk kúgv, so allir hesir forkelaðu generalarnir í landinum kunnu fáa tað, ið teir eru vanir at peika á, so sum teirra uppdragilsið er?  Og omaná koma so allar tunnilsnevndirnar í kjalarvørrinum av hesum, hvørs limir skulu hava risahøga, feita løn, sum bert palliba skal gjalda, men ríku generalarnir sleppa frá at gjalda lønir teirra, nei, teir sita í hinum endanum og gapa, meðan pengarnir renna í stríðum streymi niður í stóra svølgið á teimum.
Haraftrat koma so allar forfylgingarnar av forsvarsleysum, fátækum frá myndugleikans síðu, tí at ørskapurin í landinum skal fíggjast óansæð hvat, og hvat er so ikki tað lættasta at gera so? Jú, at royta tær gæs, ið ikki orka ella megna at forsvara seg ímóti álopunum frá tí ríku stættini. – Syndar land, fær tað nógvar harrar  ……  ( Orðt. 28 : 2 ), og Føroyar eru eitt sera lítið land, men fleiri harrar eru í tí, enn laksar eru í føroysku aliringunum.
At enda vil eg bert siga hetta til hin ríka, ráðandi stættin í Føroyum við øllum sínum undirordnaða herinum: » Kallið tykkum fyri hvat so tit vilja, – tó undantikin fyri kristin, tí at tann rættin eiga tit so ikki enn, og fáa hann neyvan. Tí at tað kemur at kosta tykkum ov nógv av tí verðsligu góðsmaktini! «
Eg vildi bert ynskt til tín, Zakarias Wang, at tú framvegis vildi hildið teg til stats- og fólkarættarmál, nakað sum eingin dugir hettar betur enn tú, og lata verða við at kasta bensin á eitt bál, ið fyri landsins egna besta í verandi støðu, heldur er eitt bál, ið tørvar at verða mettað við vatni!
Um Føroyar vóru fíggjarliga væl fyri eins og Noreg við ongari skuld og stórt pluss á fíggjarliga økinum, so var støðan ein heilt onnur, men Føroyar eru fleiri ljósár frá hasi støðuni. Undarligt er, at trældómur verður roknað fyri at verða ein luksusstøða. Danmark sigur seg verða tað ríkasta landið í verðini, hóast Danmark stórt sæð av neyð er noytt til at selja sínar fyritøkur til útlandið, og samstundis er noytt at fara uppí EU v.m., tí at í EU pengakassanum sæðst ein møguleiki til at koma burtur úr stóru skuldaneyðini, men mentunarliga og nationalt er prísurin øgiliga høgur, og nú siga Føroyar tað sama, at Føroyar eru eitt tað ríkasta landið í verðini ( ella ríkasta koloni?), men tosa samstundis um at fara uppí ES (EU). Er ynski føroyinganna nú eisini at fáa lora snápulin niður í ES pengakassan? Ja, helst verður eingin annar møguleiki til endans hjá Føroyum, men prísurin verður eisini kolossalur hareftir, eingin ivi um tess. Men Danmark og Føroyar hava jú eina av heimsins størstu skuldum at dragast við, og hvar sera illa gongur at gjalda hesa skuld aftur, tí at rentur renna uppá hesa skuld alla tíðina, so at lítið minkar av hesi skuld, eisini tí, at nýggjar skuldarbyrðar verða í heilum lagdar aftrat skuldini, ið eru í forvegin. Hinvegin átti Noreg at kunna rópt seg heimsins ríkasta land, tí at Noreg er einasta landið, sum eg veit um, ið er skuldarfrítt á fíggjarliga økinum, men einki verður nevnt um Noreg hesum viðvíkjandi, men Noreg kann verða glatt um sínar undirsjóvartunnlar, tí at skuldin er burtur hjá Noreg, so at har er støðan ein heilt onnur. Tí er skuldartyngd tjóð ein trælahildin tjóð, hildin í trældómi, so leingi skuldin ikki er afturgoldin ella eftirgivin. 
» Skuldartyngdur maður (tjóð?) gongur sniðgøtur  ……. ( Orðt. 21 : 8 ) og  ……   tann ( tjóð? ), ið lænir, verður trælur hansara, sum hann lænir frá! « ( Orðt. 22 : 7 ).
 
Kærar heilsur
Símun  A.  Klein