Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næraberg á veg á fyrsta túrin í 2003

Oliver Joensen

Ídag, týsdagin kl. 15.30 vóru vit umborð á Nærabergi og fingu eitt sindur av stemninginum við, nú teir mynstraðu og gjørdu klárt at fara á fyrsta túrin í ár.
83 fólk fara við Nærabergi hendan túrin og av teimum eru 20 kvinnur.

Onki er at taka seg aftur í, at tiltakið við Næraberg hevur havt stóran týdning fyri hópin av ungdómi okkara, ið her hava fingið ein gyltan møguleika at royna sjólívið. Tað er ein sannroynd, at tað er ikki lætt hjá ungdóminum ídag at sleppa til skips, men við Nærabergi stendur ein góður møguleiki opin, og tey eru mong, sum hava nýtt hendan møguleika.
Ein av kvinnunum, sum hevur verið við Nærabergi í umleið eitt ár er Rakul Skarðenni og hon hevur ætlanir um meira innan sjóvinnu.
Meira í Norðlýsinum fríggjadagin.

Harleywoodpaint