Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alsamt fleiri vitja Svimjihøllina í Klaksvík: Miðaltalið av vitjandi í 2002 var næstan helvtina størri enn í 2001

(
John Færø)

Sambært hagtølunum hjá svimjihøllini í Klaksvík øktist miðaltalið av vitjandi í 2002 við næstan eini helvt í mun til árið fyri – og børnini svumu meir enn tað dupulta!!

Talið av fólkum, sum svimja í Klaksvíkar Svimjihøll, er væl hægri nú enn tað var áðrenn høllin lat aftur í juli 2001.
Orsøkin til afturlatingina var ein høvuðsumvæling av bygninginum, sum vardi 9 mánaðar, áðrenn høllin seint í apríl í fjør lat uppaftur í nýggjum hami.

Børnini svimja
tvífalt so nógv.
Sambært upplýsingum frá Kára Kjelnes svimjihallarleiðara er talið av vitjandi síðani uppafturlatingina økt munandi.
Økingin er á so at siga øllum økjum, men serliga eru tað børnini, sum nú eru fleiri í tali.
Miðaltalið av børnum, sum svimja, er meir enn tvífaldað, úr knapt 1100 upp í næstan 2300 pr. mánað.
Tey vaksnu eru eisini fleiri í tali. Her er vøksturin 35%, úr 800 upp í 1100 vaksnar vitjandi pr. mánað.
Somuleiðis er ein minni vøkstur í talinum av pensjónistum, sum nú eru um 150 pr. mánað.
Afturat hesum koma so skúlabørn, Svimjifelagið Ægir og aðrir smærri brúkarabólkar.

+1400 vitjanir
um mánaðin.
Í 2001 var samlaða talið av vitjandi umleið 3300 í miðal pr. mánað.
Sama talið í 2002 var næstan 4700 – altso ein øking upp á 1400 vitjanir pr. mánað!!
Í prosentum svarar hetta til góð 40%

Harleywoodpaint